Lýsing
Lýsing
Lýsing
Marjun Kalsø og Gaja í Brekkuni avmyndaði í 2003 | Mynd: Oliver Joensen

Mjølnir 40 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.11.2018 - 09:55 Ítrottur Tíðindi

Nú Mjølnir hevur almenna móttøku í Bamintonhøllini leygardagin kl. 17 í samband 40 ára dagin, hava vit hugt í goymsluna og fara at endurprenta nakrar greinar fram til móttøkuna

Tað var John Færø, ið skrivaði greinina í 2003 og kann lesast niðanfyri:

 

Tey hava verið við alla tíðina heilt síðan stovnan: Marjun og Jón Kári hava spælt við Mjølni øll árini

Tey einastu, sum vóru við í Mjølni frá fyrsta bríksli, og sum síðani hava verið við øll hesi 25 árini uttan steðg, eru Marjun Kalsø og Jón Kári Frederiksen, sum saman við øðrum eldsálum hava lagt túsundtals tímar eftir seg í hesum framúr nógv vinnandi felagnum.

Uttan at taka nakað frá øllum teimum mongu, sum síðani stovningardag Mjølnirs hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri felagið, so eru tað tó tvey, sum á ein serligan hátt skara framúr í hesum selskapinum.

Jón Kári Frederiksen, sum í dag er formaður í Mjølni, og Marjun Kalsø, sum framvegis er ein av álitisleikarunum á landsliðnum, eru nevniliga tey einastu, sum hava verið við frá byrjan, og sum síðani alla tíðina hava verið virkin í felagnum heilt til dagin í dag.

Tá vit tosaðu við Jákup Isaksen um hesi viðurskiftini, nevndi hann, at Ruth Johannesen (Sivertsen) eisini hevur verið við frá byrjan og er virkin sum venjari í dag. Hon hevur tó verið burturstødd inn ímillum.

 

Venjing og samanhald

Vit settu Marjun spurningin, hvat hon heldur hevur gjørt Mjølnir til eitt so nógv vinnandi felag.
- Heilt frá byrjan, tá felagið var nýstovnað, vandu vit miðvíst og løgdu eitt høgt støði í venjingunum, sum beinanvegin vóru 3 ferðir um vikuna.
- Eitt annað, sum hevur givið okkum fyrimun í mun til fleiri av hinum kvinnuliðunum er, at vit aloftast byrja at venja til kappingarárið longu fyrst í august mánað.
- Eg haldi eisini, at vit hava klárað at tikið yngri spælarar upp í meistaradeildarliðið eitt sindur fyrr enn hini feløgini. Á tann hátt hava vit vant tær spakuliga upp til at spæla á besta liðnum, og eg haldi eisini, at tað hevur hjálpt til at varðveitt tær kanska 2-3 ár longri í felagnum, enn ein annars vildi  gjørt.
- Tað er gott at venja miðvíst og at hava evnaríkar leikarar, men tað røkkur ikki einsamalt. Liðið má eisini hava rætta hugburð. Her haldi eg eisini at eg samanumtikið kann siga, at spælararnir altíð hava víst respekt og disciplin, uttan mun til hvør hevur verið venjari.
- Og so er tað tað framúr góða samanhaldið, sum vit hava havt, sjálvt um tað hevur verið og er stórur aldursmunur á leikarunum. Eitt ordiliga gott samanhald, sigur Marjun Kalsø, sum við sínum 41 árum sjálv er aldursforseti á besta kvinnuliðnum hjá Mjølni.

 

Marjun er ein vinnari

Í løtuni er Marjun ikki í nevndini í Mjølni, men hon er tó uttan minsta iva ein av mest týðandi stuðlunum í felagnum. Eitt nú kann nevnast, at hon hevur vant genturnar, sum nú eru áleið 14 ár, síðani tær vóru 5-6 ára gamlar.
Og úrslitini eru eyðsýnd, tí herfyri vóru ikki færri enn 6 av hesum gentunum úttiknar til U14-landsliðið!!
Sum tað verður nevnt aðrastaðni í blaðnum í dag, er sterkasta kvinnuliðið hjá Mjølni enn ongantíð endað niðan fyri silvurplássið í fremstu flogbóltsdeildini, og har hevur Marjun, sum nevnt, verið við øll árini.
Til stuttleikar kann her skoytast uppí, at Marjun saman við Veru Larsen tvær ferðir hevur vant meistaradeildarliðið hjá Mjølnir-monnum, og at liðið bæði hesi árini vann FM-heitið!!
Jú, hon er ein vinnari, Marjun Kalsø.

 

Menninir vunnu ikki beinanvegin

Meðan tað á kvinnusíðuni hjá Mjølni bragdaði beinanvegin við medaljuplássum longu tey fyrstu árini, so skuldu mannfólkini í felagnum hava nakað væl meira av tíð, áðrenn nakað heiðursmerkjaheyst kom hjá teimum.
Formaðurin, Jón Kári Frederiksen, greiðir frá, at fremsta mansliðið tey fyrstu árini ikki spældi seg upp í meistaradeildina.
- Hesi fyrstu árini spældu vit okkum ongantíð upp í fremstu røð. Stóru sigursrøðirnar komu ikki, fyrr enn eitt sera gott lið av yngri leikarum varð flutt upp at manna sterkasta mansliðið. Hesir høvdu vant og leikt saman í felagnum, síðani teir vóru 12-13 ára gamlir, haðani teir fylgdust alla tíðina uppeftir.
- Á hesum liðnum leiktu nógvir væl kendir dreingir, eitt nú Klæmint Isaksen, Svend Jacobsen, Bjørn Kalsø, Jógvan Højbro Jacobsen, Heri Elttør, Árni Poulsen og Jóannes Poulsen, sum enn í dag er ein av berandi kreftunum á meistaradeildarliðnum hjá Mjølni.
- Fyrsti venjarin hjá hesum liðnum var Jákup Isaksen, og so komu aðrir afturat. Hesin árgangurin vann sera nógv heiðursmerki allan vegin uppeftir.
- Teir fluttu so at siga allir í senn upp í sterkasta mansliðið, samstundis sum vit, ið høvdu verið har áðrenn fluttu niður at leika við tí næstfremsta mansliðnum. Tað mundi næstan bara vera Barni (sum nú býr í Fuglafirði), ið helt fram saman við hesum liðnum.
- Stutt eftir flutti Trygvi Poulsen, sum var eitt sindur yngri, upp í fremsta mansliðið, og síðani tá hava eisini menninir í Mjølni verið rættiliga støðugt í oddanum í føroyskum flogbólti – um enn ikki líka støðugt sum hjá kvinnunum.

 

Stabilitetur og ábyrgdarkensla

Skulu vit lýsa persónin og ítróttarmannin Jón Kára Frederiksen í stuttum vendingum, so verða orðini omanfyri beinanvegin aktuell.
Gjøgnum hesi 25 árini hevur Jón Kári – sjálvandi saman við øðrum góðum fólki – mannað sjálvan ryggin í felagnum Mjølni. Ein hópur av fólki, sum øll árini hevur verið eyðkendur av góðum stabiliteti og sterkari ábyrgdarkenslu yvir fyri felagnum, sum tey ótroyttilig hava staðið saman um.
Sjálvur greiðir Jón Kári m.a. soleiðis frá:
- Eg var ongantíð millum teir bestu spælararnar á meistaradeildarliðnum, men um teir manglaðu, so var eg klárur at taka eitt tørn við liðnum. Tað hevur til tíðir víst seg at minka við leikarum á besta liðnum, so hvørt sum tað er liðið út á kappingina, so tá so er, hevur ein roynt at verið til at taka.
Jú, lítil ivi er um, at Jón Kári hesi 25 árini mangan hevur traðkað til – bæði ítróttarliga og á annan hátt.
- Tá felagið er so lítið, sum tað er, og umstøðurnar eru, sum tær eru, so mátti samanhaldið vera gott, og tað er fyrst og fremst tað, sum hevur gjørt og ger Mjølnir til eitt vinnandi felag.

 

Størsta upplivingin er FM-heitið í 1996

Vit spurdu formannin í Mjølni, hvørja ítróttarliga uppliving við Mjølni hann í dag metir sum ta størstu hjá sær higartil.
- Tað var í 1996, tá vit í seinasta dystinum í landskappingini leiktu í Havn ímóti Fleyri, sum bara skuldi vinna 2 sett fyri at gerast føroyameistari.
Til teirra, sum ikki eru so innarlaga í føroyskum flogbólti, kann upplýsast, at viðurskiftini millum Mjølnir og Fleyr í meistaradeildini er sum millum KÍ og HB í 1. deild í fótbólti: liðini eru “arvafíggindar” í orðsins positivastu merking.
Vit lata Jón Kára greiða frá:
- Hendan dystin vóru eg og Aksel (Johannesen) og Einar (Joensen) eyka. Fleyr vann fyrsta settið við muninum 15-8, ella var tað 15-9.
- Í næsta settinum komu teir framum heili 9-1, so støðan var sera, sera vánalig hjá okkum hesa løtuna. Tá minnist eg, at Marjun (Kalsø) og Vera (Larsen) komu liðnum til hjálpar við síðulinjuna.
- Sjálvur varð eg settur inn á vøllin saman við Akseli og Einari, greiðir Jón Kári frá.
- Tað, sum víðari hendi, var rættiliga fantastiskt, ja hálvgun ótrúligt. Vit vunnu hetta settið 15-9, tað næsta vunnu vit eisini 15-9, og tað seinasta vunnu vit við einum 15-0 stórsigri og gjørdust harvið føroyameistarar.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg í 25 ár havi havt nógvar góðar upplivingar í Mjølni, men hesin dramatiski sigurin um føroyameistaraheitið, stendur sum eitt av teimum heilt stóru hæddarpunktunum hjá mær sum leikari í Mjølni.

 

Almenn móttøka verður í Badmintonhøllini i Klaksvík kl. 17.00 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Lýsing