Veðrið um vikuskiftið
Illveður í dag, men tað fer at verða betri veður í morgin og í ovurmorgin. Í skrivandi løtu (tíðliga seinnapart) eru 13 til 18 m/s av útnyrðingi norði, í støðum 20 m/s, og tað regnar illa. Samregn – t.e. tað regnar kring alt landið.
Um nakrar tímar er ikki samregn meir, men ælaveður. Vindurin so at siga tann sami. Í kvøld fer hann at minka eitt sindur – á midnátt eru 10 til 15 m/s. Hitin í dag liggur millum frostmarkið og 5 stig.
Í nátt minkar vindurin eisini, og um uppfaringartíð í morgin er vindferðin komin niður í 8 til 13 m/s, og tá er eisini nakað væl turrari, men enn okkurt ælið í støðum.
Á middegi í morgin er vindferðin komin niður í 5 til 10 m/s og turt; um nátturðatíð í morgin 3 til 8 m/s og enn turt. Hitin í morgin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 2-3 oman fyri frostmarkið.
Sunnunáttina minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt – og hann fer at ganga úr norði eysturum og niður í eystan. Seinnapartin sunnudagin fer hann niður í landsynning, og um kvøldið fer vindurin at veksa aftur. Hitin sunnudagin millum 3 og 8 stig.
Gott vikuskifti.