Lýsing

Allir næmingar í 5. flokki fingu bókina lukka

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.12.2018 - 16:51 Mentan Tíðindaskriv

3. desember er altjóða dagur teirra, ið bera brek, og tá fingu allir næmingar í 5. flokki í føroyska fólkaskúlanum bókina LUKKA, sum vísir veg til eitt fevnandi samfelag, sum kann geva fólki, ið bera brek, megd og tryggja inklusjón og javnrætt.

Í brævinum til skúlastjórarnar stóð m.a., at MEGD er eitt meginfelag við 24 limafeløgum. MEGD arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva, og harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra.

13. mai í 2009 samtykti Føroya Løgting, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal galda fyri Føroyar. Við støði í sáttmálanum arbeiðir MEGD fyri, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag.

Í 2014 sendi MEGD skuggafrágreiðing til ST-nevndina. Frágreiðingin lýsti nøkur av teimum viðurskiftum, ið Føroya Landsstýri enn ikki nøktandi hevur tikið stig til fyri at seta sáttmálan í verk í føroyska samfelagnum.

Arbeiðið við skuggafrágreiðing og seinni við niðurstøðunum, ið komu úr ST, sum svar uppá skuggafrágreiðingina, gjørdi greitt, at tey eru fá, ið veruliga kenna rættindini, ið sáttmálin ásetir.

Fyri at geva føroyingum møguleika at fáa størri kunnleika til hesi rættindi, gav MEGD í 2016 út bókina LUKKA. Bókin tekur støði í sáttmálanum, men teksturin er umskrivaður og tillagaður. Myndir, ið Edvard Fuglø gjørdi, eru eisini settar inn.

Bókin er ætlað vaksnum og børnum at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

Við vón um, at tit 3. desember, saman við 5. flokki, varpa ljós á rættindi teirra, ið bera brek.

Myndina fingu vit sendandi frá 5. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík. 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúvadals­húsið egið elverk
Kølið og ælaveður í dag
Uppstillingarfundur og hugni
Takk til Sambands­flokkin fyri sera jalig…
Norð­oyastevnu­framsýningin 2019
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum