Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útvarpið letur seg brúka ókritiskt

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  02.05.2024 - 13:37 Lesarabrøv Politikkur

Herfyri boðaði felagið Nótaskip í Útvarpinum frá, at tað umhugsaði at stevna landstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí hann hevði dittað sær at at útluta eina økta svartkjaftakvotu í ár sum eina felagskvotu til øll skip, sum hava loyvi at fiska svartkjaft. Nótaskipini, sum frammanundan hava ovurstóra kvotu, kunnu eisini fiska av hesi øktu kvotu við eini hámarkskvotu upp á 2500 tons til hvørt skipið, og hví gremja tey seg so?

 

Jú, teir reiðarar, sum frammanundan hava stóra eginkvotu av svartkjafti, hava helst ikki brúk fyri hesi eykakvotu, men av tí at talan er um eina felagskvotu, er kvotan felags ogn, og tí ber ikki til at selja hana ella partar av henni til skip, sum hava ov lítið at fiska. Um hesi 2500 tonsini vóru eginkvota og seld fyri eina króna kilo, so svarar tað til 2,5 miljónir krónur til hvørt skipið í part uttan at rætta hond frá síðu.

Eg haldi, tað er ov galið, at útvarpsfólk ikki eru so fræg, at tey duga at skyna ímillum eginkvotu og felagskvotu, og tá so ein reiðari fekk senditíð í Úvarpinum at gremja seg, sum nakað frammanundan hevði latið børnunum hundraðtals miljónir sum gávu, helt eg tað verða ovboðið. Eg eri ikki løgfrøðingur, og tí eri eg ikki førur fyri at meta um, um landsstýrismaðurin hevur heimild at gera, sum hann ger.

 

Jákup Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg