Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth spyr um diabetismiðstøð

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  |  06.12.2018 - 13:48 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

 

Fyrispurningur um avgerðina og vantandi grundgevingarnar hjá heilsu- og innlendismálaráðnum um ikki at taka samstarv upp við Novo Nordisk um diabetismiðstøð í Føroyum, settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

 

1.     Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at Heilsumálaráðið sýtti fyri at taka samstarv upp við Novo Nordisk grunninum um diabetismiðstøð í Føroyum?

2.     Hvør hevur tikið avgerð um hetta?

3.     Hví setti Heilsumálaráðið seg ikki í samband við Diabetisfelagið?

4.     Hvørja ávirkan hevur avgerðin fyri diabetissjúklingar í Føroyum?

5.     Metir landsstýriskvinnan, at umstøðurnar hjá diabetissjúklingum eru nøktandi?

6.     Um so var, at ein diabetismiðstøð varð sett upp í Føroyum, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss høvdu verði skapt?

 

Viðmerkingar

Útvarpið boðaði í gjár frá, at Novo Nordisk grunnurin í samstarvi við grønlendsku myndugleikarnar hevur gjørt av at seta eina diabetismiðstøð upp í Grønlandi, meðan Heilsumálaráðið takkaði nei til sama tilboð.

 

Sambært forkvinnuni í Diabetisfelagnum hevur heilsumálaráðið ikki ráðført seg við Diabetisfelagið, hóast tað eru millum 4000 til 5000 diabetissjúklingar í Føroyum. Av tí, at heilsumálaráðið ikki vildi taka upp samstarv við Novo Nordisk grunninum, hevur Jannik Hilsted, ið hevur evstu ábyrgd fyri játtanum til diabetes verkætlanir, Novo Nordisk grunnurin veitir, slept ætlanunum um samstarv við føroyskar myndugleika.

 

Avgerðin hevur elvt til mikla øsing millum manna. Tað er sera óheppið, tá heilsumálaráðið tekur so stóra avgerð, uttan at ráðføra seg við Diabetisfelagið, tí ein slík miðstøð hevði uttan iva verið diabetissjúklginum at gagni. 

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur


Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið