Lýsing
Lýsing
Lýsing

Av Vágni á Víkina - nógv lív á Víkini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.12.2018 - 14:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuni, sum fór, gjørdu vit, sum stóðu fyri søkkingini av Reynsmúla á Borðoyarvík ein túr av Vágni á Víkina við Sildberanum. Endamálið við túrinum var at vita, hvussu vrakið av Reynsmúla hevur tað og um nakað lív er í kring vrakið.

Sum altíð er tað hugaligt at sigla fram við landinum. Robert Joensen, rithøvundur, sáli skal hava sagt, at "tann, ið ikki hevur róð fram vi landi í Føroyum, hevur ikki verið í Føroyum".

Henda útsøgn hansara skal sjálvandi takast við eitt sindur av skemtiligum hugi, men tað er sera sera áhugavert at sigla ella rógva tætt fram við landinum. Nærri tú ert, fleiri eyðkenni gerst tú varugur við.

Hendan dagin var gott veður, sum sæst á myndunum, hann var eystan ella lágur eystan í ættini og tí gekk væl suður ígjøgnum fjørðin. Umframt landslagið, vóru tað skarvarnir, sum fullu mest í eyguni. Fleiri ferður fóru flokkar av skarvi á flog av landinum, tá vit sigldu frá Førrulíð og suðureftir.

Sólin stóð lágt, so myndatólið fekk ikki nógv ljós, men tó kundu vit brúka onkra myndina.

Komnir á Borðoyarvík, sendu vit kavara niður á Reynsmúla at taka myndir. Tær myndirnar fara vit at almannakunngera seinni, men sigast skal, at kavarin kundi boða okkum frá, at nógv lív var kring Reynsmúla og á Reynsmúla. Gjar, gákkur, krabbar, krossfiskar og fleiri sløg av tara veksa á vrakinum.

Nú so nógv verður gjørt burturúr í miðlunum, um skaðan, sum alingin skal gera á umvørvið á víkum og fjarum, var hugaligt at síggja yðjandi lívið kring og á Reynsmúla. Í hesum samanhangi eru vit ikki lidnir at kanna vrakið, tí sera lítið ljós er á botninum hesa myrku tíðina. Ætlanin er tí at gera eina størri kanning, í juni ella har á leið, og tá fara vit eisini at almannakunngerða forvitnisligar myndir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð