Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótrúligi bátabyggjarin á Stongunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.12.2018 - 10:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í vikuni, sum fór, bjóðaði Hans Jákup Fuglø okkum á Norðlýsinum á vitjan. Vit hava í mong ár havt tætt samband við listamannin, og bátabyggjaran.

Orsøkin til at Hans Jákup ynskti okkum inn á gólvið var, at hann vildi vísa okkum áttamannafarið, Poul Nolsøe Biskopstø, sum hann hevur bygt til endurreista garðin hjá Nólsoyar Páll. Modellið er bygt neyvt í mátistokkinum 1-8 eftir Biskupsstøðbátinum.

Poul Nolsøe Biskopstø er nevniliga væl kendi “Jákup bóndi” á Biskupsstøð, ið var bóndi á Myrkjanoyragarðinum og kendur bátabyggjari. Umframt at Jákup bóndi bygdi bátar í Klaksvík, so var hann eitt skiftið á Íslandi og bygdi bátar til útróðurs har. Hann bygdi eisini grindabátin Biskupsstøðbátin-

Jákup Fuglø er av útbúgving skipstimbursmaður. Tá hann fer undir at byggja modell av bátum, ið eru bygdir í fullari stødd til útróðurs, so verður modellið gjørt sum eitt ótrúliga neyvt kopi.

Sum sagt, so er Hans Jákup útbúgvin skipstimburmaður. Tá hann fer undir at gera eitt kopi av einum báti, so er fyrsta arbeiðið, at finna út av øllum uppmátingum av upprunabátinum. Síðani ger hann sær eina neyva tekning í ávísum mátistokki, av modellinum, ið byggjast skal.

Síðani verður hvør einasti lutur á modellinum gjørdur í sama mátistokki.

Tá vit vitjaðu Hans Jákup hendan dagin, vísti hann okkum stoltur eskarið, sum lá í esrúminum á “Jákup bónda”. “Hetta eskarið er neyvt gjørt í mátistokkinum eitt til átta”, segði hann og helt áfram: “Soleiðis halda allir smálutirnir og báturin sjálvur mátistokkalutfallið 1:8” - Modellið av Biskupsstøðbátinum er góðan metur til longdar í fullari stødd.

Hans Jákup Fuglø er sera aktivur, hóast hann nú er 89 ára gamalur. Tá tú vitjar hann, kennist næstan ikki aldur á honum. Førleikanum til listaverkini bilar einki. Hann hevur síðani apríl í 2017 bygt átta modell av hesum áttamannafari, so tað gongur við rúkandi ferð við byggingini av smáum árabátum á Stongunum í Klaksvík.

—-

Í 2009 gjørdi Føroya Sjómannadagur av at gera eina framsýning av øllum modellskipunum, sum Hans Jákup Fuglø hevur gjørt gjøgnum árini. Hann byrjaði nevniliga longu sum 10 ára gamal at gera fyrsta skipsmodellið. Framsýningin hjá Føroya Sjómannadegi bleiv fyrireikað av Jákupi Sólstein, sála og Jógvan við Keldu. Teir báðir fingu savnað 22 modell, til eina framsýning í táverandi Eik Banka.

Seinni, í 2012 góvu teir báðir saman við Føroya Sjómannadegi út bók við nógvum myndum, ið Oliver Joensen hevði latið flestu myndirnar til, men eisini eru myndir frá Honnu M. Fuglø og Grafia. Estra prentaði og Grafia stóð fyri prenttilgerðini. Heitið á bókini er “Føroysk Skipasøga - Ein framsýning” - Um meira kunning ynskist um modellsmíðið hjá Hans Jákupi, so er bókin til skjals á bókasøvnunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð