Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lat okkum heldur styrkja námsfrøðina!

SKRIVAÐ: Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin  |  10.12.2018 - 23:06 Tíðindaskriv

Fólkaflokkurin hevur í løtuni eitt uppskot til viðgerðar í løgtinginum, sum snýr seg um, at pengarnir fyri barnaansing skulu fylgja barninum. Eitt populistiskt uppskot, sum ikki virðir fakliga støðið á stovnunum. Nei, heldur enn at senda námsfrøðingarnar til hús eiga vit at styrkja námsfrøðina, til dømis við at áseta minimumsnormeringar.

Vit hava í dag eina góða, samhaldsfasta barnaansingarskipan, har øll, sum hava tørv á barnaansing, hava somu møguleikar og atgongd. Tey, sum hava minni pening at ráða yvir, hava møguleika at fáa frípláss, og tey, sum eiga nógv børn, fáa systkinaavsláttur. Vit hava útbúnar námsfrøðingar á stovnunum, og fakliga støðið er høgt. Hetta kunnu vit vera errin av.

Nú ætlar Fólkaflokkurin at taka peningin úr skipanini, og avleiðingarnar av uppskotinum eru óvissar. Hvussu nógv og hvørji foreldur høvdu tikið av hesum møguleikanum? Hvørjar avleiðingar hevði tað havt á kommunurnar? Hvørjar avleiðingar hevði tað havt á arbeiðsmarknaðin? Á dagstovnarnar? Og ikki minst, hvørjar avleiðingar hevði hetta havt á børnini?

Fólkaflokkurin skrivar í viðmerkingunum til uppskotið, at námsfrøðingar og onnur kunnu stovna privatar ansingarstovnar, arbeiðspláss kunnu bjóða ansing, au-pair er ein møguleiki, og grannaløg kunnu taka seg saman og skiftast um ansing. Hvussu heldur Fólkaflokkurin, at vit kunnu tryggja, at fakliga støðið er í lagi, tá ansingin verður flutt frá námsfrøðingum til au-pair og grannaløg? Nei hetta prógvar, at Fólkaflokkurin ikki virðir námsfrøðiliga fakið.

Spyrt tú meg, eiga vit heldur at styrkja námsfrøðina á stovnunum kring landið. Heldur enn at taka peningin úr skipanini, eiga vit at raðfesta økið. Heldur eiga vit at seta fleiri útbúnar námsfrøðingar, at raðfesta skeið og eftirútbúgving og tryggja okkum, at vit hava nóg nógvar námsfrøðingar um børnini við til dømis at áseta minimumsnormeringar. 

Tí tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Vit ynskja eina trygga og samhaldsfasta skipan, har fakliga støðið er í lagi. Vit virða námsfrøðina.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð