Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin semja: Landstýrið ætlar at hækka gjaldi á makrelin 70%

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.12.2018 - 13:13 Politikkur Tíðindi

Landstýrið skjýtur upp at tilfeingisgjaldi á makrel hækkar 70% samstundis sum tilfeingisgjaldið verður víðka til at umfata onnur fiskasløg sum eitt nú svartkalva.

Sum Norðlýsið skilir er stór ósemja í samgonguni um tilfeingisgjøldini og fiskidagarnar í 2019.

Umframt at landstýrið hækkar og breiðkar tilfeingisgjøldini ætlar Høgni Hoydal at skerja dagarnar 10% og harafturat at fremja nýggjar økisfriðingar umframt at ætlanin er at skerja stóran part av óbrúktu døgunum, sum eru í skipanini.

Harafturat verður tilfeingisgjald lagt á fiskin úr Barentshavinum sum táttar í eina krónu.

Støðan í samgonguni versnaði betíðuligt fyri løtu síðan tá uppskotið hjá Magna Laksafoss um brygging av sterkari ølið fall í tinginum.  

Magni hevði annars tryggja sær meiriluta fyri uppskotinum í semju við løgmann, har Magni Laksafoss hevði bundi seg til at atkvøða fyri fíggjarlógini saman við samgonguni. Arbeiði at finna semju er um at steðga upp, og sum skilst koma hvørki uppskotið um tilfeingisgjald ella fiskidagar niðan í tingið.

Sum støðan er í løtuni verður samgongan noydd at framleingja verandi tilfeingisgjøld og fiskidagar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni