Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Olsen helt røðuna í Svínoyar kirkju | Mynd: Dávur Winther

Tað var ein sera góð tíð at vera barn í Svínoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.12.2018 - 17:17 Mentan Tíðindi

Segði Regin Olsen millum annað tá hann helt røðuna í Svínoy ígár, tá jólatræið varð tendrað

Vit prenta røðuna niðanfyri:

 

Góðan dag til tykkum øll ið eru komin saman her í dag. Tað er mær ein sonn gleði at skula siga nøkur orð her í heimbygd míni.

Tað setur sín serliga dám á løtuna, at tit úr Hornorkestrinum, taka tykkum stundir at spæla til slíkar løtur sum hesa, tað skulu tit hava eina serliga tøkk fyri.

Eisini ein tøkk til Starabúrið fyri at kunnu vera við, og stroyma hugnaløtuna.

 

Eg vil siga at tað var mær ein framíhjárættur at veksa upp her, tað eru mong sera góð minnir í mangan koma fram fyri meg.

Tað var ein sera góð tíð at vera barn í Svínoy, vit spældu nógv saman. Var tað ikki veður at vera úti, so vóru vit heima hjá hvør øðrum. Um hesa tíðina á árinum í kavanum skreiddu vit, vit høvdu tunnustavar at skreiða á, plastiksleðurnar vóru ikki komnar,  ferðin var stór, serliga tá ið vit komu oman av kobbafløtti.

Vit sum vuksu upp í seksti og sjeyti árunum, fingu um endan av tí gomlu tíðini har bygdin ikki hevði elektrisitet. Telefonin var sera svikalig, mangan fór linjan í fjøllunum, serliga ringt var tað um hesa tíðina tá ið klakin legðist á. Vit minnast mangan Jógvan bónda í Heimistovu saman við øðrum at fara niðan í Havnatind at vala um linjuna, fór linjan um fjørðin so kundi tað taka vikur áðrenn brekið bleiv umvælt, tá kundi tað virka eitt sindur fjarskotið.

  Vit minnast aftur á hvussu kalt tað var vetrarmorgnarnar at fara upp í skúla. Skúlin hevði brenni ovn, ein petroleum  lampa  hekk, mitt í skúlastovuni, tað var okkara ljós vetrardagarnar. Karl lærarin fór, við jøvnum millumbili, upp at pumpa lampuna so hon skuldi lýsa okkum bjartari, hann legði afturat í ovninum fyri at vit skuldu sita heit.

  Jólini vóru sera hugnalig, livandi ljós vóru tendrað í hvørjum vindeyga. Børnini gingu inn í hvørt hús á jólum, og notu alt gott, øll vóru so sera blíð og tíð.

  Mamma mín plagdi ofta at minna meg á; tað var tollaksmessukvøld eg fór til songar, pápi var júst afturkomin av skipi, so hon hevði úr at gera at vaska klæðini hjá honum. Tá skuldu klæðini vaskast á vaskibretti,

ongin elektrisk vaskimaskina. Eg var í so sera ringum hýri, tí hon ikki hevði bundi mær jólatroyggjuna. Tá ið tíðini fingu allir dreingirnir í bygdini, nýggja troyggju at fara í jólamorgun. Hon segði at tá ið eg hevði hongt hosu og var sovnaður, fór hon eftir bindimaskinuni, skrúðaði upp fyri aladdin lampuni og setti seg at binda. Hon var liðug við troyggjuna klokkan 4 jólaaftans morgun, tað var ein sera glaður smádrongur sum kom innar í køkin og sá hesa vøkru pressaðu troyggjuna, hanga klára at fara í Jóladag.

Tá ið Jólini nærkaðust ella 1. desember fóru vit øll børnini at bera jólatorv, vit fóru sum oftast eystur í Langagrønu, tað er har ið Svínoyingar hava sera góðar torvheiðar. Vit fóru hvør í sítt torvhús, royndu at finna tað svartasta  torvið at koyra í leypin, tí tað gevur so sera góðan varma. Umráðandi var at hava góðan varma í komfýrinum tá ið ein skuldi baka til jólar.

Vit fóru øll børnini í bygdini við leypi á nakkanum til gongu. Vit fylgdust eystur og heim aftur, vit tosaðu saman

fortaldu søgur ja allarhelst jólasøgur. Á veg heim aftur steðgaðu vit altíð á fugloyar-hálsi til øll børnini vóru samlað, vit høvdu lumma lykt við okkum. Ofta sótu vit og morsaðu út á Kirkju, sóu tey okkum svaraðu tey aftur, tað settu vit stóran prís uppá. Fýrurin á Eystfelli á Fugloynni í vísir skipunum veg, lýsti so bjartur í mánalýsinum. Vit høvdu okkara føstu pláss hvar ið vit rindaðu møðina.

 Á veg heim sungu vit Jólasálmar, sum vit lærdu uttanat í skúlanum, tað kundi vera Gleðilig Jól, Føgur er foldin,

Jól hava einglaljóð, nú ringja kirkjuklokkur so hátt og mangar aðrar.

  Eg vil taka undir við Óla á Geilini tá ið hann hugleiðir um jólatorv.

  Ja tá kendist tað næstan, sum vóru vit millum hirðarnar á Betlehems fløtum og hoyrdu einglarnar syngja.

  Vælnøgd við eina hugnaliga ferð á heiðini eftir jólatorvi undir glampandi stjørnum og mánalýsið komu vit aftur til húsar, syngjandi jólasálmar og glað í sinni.

  Slíkar løtur kunnu ikki keypast fyri pening.

  Vit lesa í skriftini um hvussu tað var tá ið Jesus bleiv føddur, vit kenna tað so sera gott frá jólaevangeliinum í Lukas 2. tað var ikki pláss nakrastaðni har ið føðingin kundi fara fram, tí fingu tey rúm í einum fjósi.

  Eina myrka nátt, ímeðan Jósef, Maria, og lítla Jesusbarnið lá og svav, kom ein eingil í dreymi til Jósef og segði: statt upp, tak Mariu og barnið, flýggja til Egyptalands, tí hin óndi kongurin ætlar at drepa barnið, og ver í Egyptalandi, til eg sigi tær, at tit kunnu fara heim aftur.

kongurin var í øðini, tí fólk søgdu, at ein dag skuldi Jesusbarnið verða kongur.

  Jósef  var kvikur á føtur og segði Mariu frá hesum, sum eingilin hevði sagt. Síðan fór hann út í fjósið eftir tí lítla asnanum. Ímeðan ballaði Maria væl um lítla Jesusbarnið, so tað lá heitt og fjálgt. Jósef hjálpti Mariu uppá tann lítla asnan og rætti henni Jesusbarnið. Síðan fóru tey út um portrið í Betlehem og hildu leiðina oman á vegin ið førdi til Egyptalands, har kundi tann óndi kongurin ikki finna tey.

Jósef,Maria, Jesusbarnið og tann lítli asnin búðu langa tíð í Egyptalandi.

  Jesusbarnið hevði lært bæði at ganga og tosa. So eina náttina kom eingilin aftur í dreymi til Jósef og segði: Hin óndi kongurin er deyður, nú kunnu tit fara heimaftur í frið og náðum.

Aftur einaferð setti Maria seg uppá tað lítla asnabaki. Men Jesus, ið nú var ein fittur smádrongur, reið ikki alla tíðina. viðhvørt hjálpti hann pápa sínum at leiða asnan.

Hesaferð fóru tey ikki til Betlehem, har Jesus var føddur, men tey fóru aftur til heimbygdina, Nasaret.

Jósef og Maria vóru glað at vera heimaftur komin.

Lítli asnin var eisini glaður at koma aftur í sítt egna fjós.

Um kvøldið, tá ið Maria ballaði Jesus í hansara egnu song. segði hon honum frá søgum.

Hon hevur allarhelst sagt honum um lítla Móses í kurvabátinum, um einglarnar, ið sungu hin undurfulla sangin og um vísmenninar, ið fylgdu stjørnuni og tilbóðu barnið sum kong teirra.

Her er sagt um Frelsara heimsins hvussu óynsktur hann var, tá ið hann var føddur, men lat okkum ikki gloyma  hví vit halda Jól. Hann er størsta gávan ið okkum er givin, nú vit fara at luta gávur út til hvønn jólaaftan, latið okkum hugsa um tað.

Eg vil hervið ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og Harrans signing yvir hesa deiligu oyggj og tað fólk í býr og hevur tilknýti her til

Takk fyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni