Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Christian Høgnesen

SKRIVAÐ: Kristian, Jóhan, Sigrið og Jóhanna  |  17.12.2018 - 08:09 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Minningarorð um Christian Høgnesen,

Christian úti á Oyri

21. sept. 1922 – 7. mars 2018

 

7. mars í ár legði Christian abbi eyguni saman fyri seinastu ferð, 95 ára gamal.

Abbi búði í Klaksvík, men var ættaður av Oyri. Hann var sonur bóndahjúnini Kristionnu og Jóan Karl í Niðristovu og vaks upp í stórum systkinaflokki, har hann var fimta av 9 systkjum. Elst av systkjunum var Karin, so kom Lena, ið doyði av meslingum sum nýføðingur, síðani aftur ein Lena, so Sámal, ið tók garðin eftir foreldrini, so Christian abbi, Frida, Jákup Andreas, vanliga nevndur Dia, Karl og yngst var Elisabeth. Sámal var einasta av systkjunum, ið búsettist á Oyri, hini systkini fluttu øll inn til Klaksvíkar, har tey settu búgv og fingu familju. Onkur av teim flutti tó seinni út aftur til Oyrar. Eftir av stóra systkinaflokkinum eru nú bara Frida og Elisabeth.

Abbi vaks upp í eini aðrari tíð enn vit, og hann plagdi at siga, at neyðugt var at hava góða vitan um náttúruna, at kenna hana væl og at fara væl um hana, tí hon var álitið, ikki pengarnir. Í uppvøkstri hansara vóru húsarhaldini sjálvbjargnari enn nú, tá talan var um mat, klæði og brennievni. Tá var kúgv í hvørjum húsi, og mjólkin var álitið í húsarhaldinum. Klæðini bæði til børn og vaksin vóru eisini virkað við hús av ullini, ið seyðurin gav, og hitin í húsinum var fingin av tí torvi, ið familjan skar. Hóast vit abbabørn eru partur av dagsins samfelag, so hevur abbi eisini lært okkum at hugsa um náttúruna og ikki bara blaka burtur, men heldur umvæla og endurnýta.

Abbi plagdi at siga, at heimið hjá sær var ikki bara eitt heim, men eisini eitt arbeiðspláss og skúli. Christian abbi vaks upp í bóndahúsi, og tey fingu nógv av landinum, men har vóru nógvir munnar at metta, og øll skuldu hava klæði á kroppin. Eins og onnur børn tá í tíðini, vóru abbi og systkin hansara hildin til arbeiði, tá tey vóru so fræg. Abbi plagdi at siga okkum frá, hvussu pápi hansara lærdi hann og brøðurnar at ganga Skorarnar. Oftast tók hann synirnar við sær tveir og tveir, og hvørja ferð gingu teir longri enn frammanundan. Tá langabbi helt, at nóg mikið var fyri smádreingirnar, bað hann teir sita pinnastillar á rókini og bíða, til hann kom aftur eftir teimum. Nakrar hundrað metrar dygst niðurfyri var bláa havið, og abbi og brøður hansara lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívsins djúpa álvara, og vit skilja væl, at abbi gjørdi orðini hjá Mikkjali á Ryggi til síni: “Tá lívið var burtur, um fótur vár gleið, tú studdi oss væl, so vit snávaðu ei.”

Í dagliga lívinum sást væl, hvørjum bergi abbi var brotin av. Hann livdi stórt sæð alt sítt lív av tí, ið landið gav. Abbi og omma høvdu eitt sindur av jørð, abba dámdi væl at ganga á fjall, og soleiðis høvdu tey til seg og síni nóg mikið av kjøti og tí, ið fekst úr haganum. Vit hava ofta verið uppií so ella so, tá ymiskt skuldi gerast og eru tí kanska ikki heilt so fremmandgjørd sum onnur í okkara ættarliði kring heimin.

Sum ungur lærdi abbi hondverk undir krígnum, men tá kríggið var av, tráaði honum at sleppa á sjógvin, hann fór upp á skúla og tók setskiparaprógv og longdina og sigldi so nøkur ár sum stýrimaður. Hetta nutu vit gott av, tá vit skuldu okkurt serligt uttandura, tí hann var so hollur í ráðum, tá tað snúði seg um veður og vind. Omma og abbi giftust í 1954, og tá fekk abbi sær útróðrarbát saman við bróðrinum Dia og sváginum Jóan Paula í Svínoy. Abbi róði út í nógv ár, men tíðliga í sjeytiárunum vendi hann aftur til hondverkið og arbeiddi sum húsasmiður í fleiri ár. Sjálvt eftir at hann var blivin gamal og sjúkur, kundi hann leggja okkum lag á, tá okkurt skuldi setast í stand. Eftir at hann fór at arbeiða sum húsasmiður, fekk hann sær bát á Borðoyarvík, og har brúkti hann eisini nógva tíð.

Abbi var góður við okkum abbabørnini og øll í familjuni, tað ivaðust vit ongantíð í, og hóast hann ikki segði tað við orðum, vísti hann tað í gerðum. Hann vísti kærleika við umsorgan. Sum børn upplivdu vit ein sera raskan og aktivan abba. Hann røktaði seyðin úti á Oyri, og vit elskaðu at vera við, tá hann gav seyðinum. August mánaður var besti mánaðurin í árinum, tí tá hoyggjaðu vit. Øll familjan arbeiddi saman – abbi við líggja, omma við rívu, og vit abbabørn saman við foreldrunum, ommu og abba høvdu fagrar dagar í bønum. Abbi var góður innløgumaður, og hann var ofta á floti. Abbasynirnir vóru javnan við, og honum dámdi væl at læra frá sær, men abbadøturnar vóru tó ongantíð við á floti, tí tað helt hann vist nokk ikki vera nakað fyri gentur.

Abbi dugdi væl at gera mat, og hann elskaði at borðreiða fyri allari familjuni. Ofta bjóðaði hann okkum øllum at eta, har hann borðreiddi við stoktum flaki, eplum og leykasmelti ella við einari rúgvu av pannukøkum. Tað gjørdi hann, til hann var elligamal. Hann seymaði eisini nógvar rullupylsur, og tær vóru tiltiknar góðar, men kjøt og breyð var tó tað allarbesta at fáa frá abba.

Abbi hevði sera stóran áhuga fyri okkum, hvussu okkum gekst, og hvat vit tókust við - hann spurdi altíð eftir gongdini í fyritøkuni hjá Kristiani, eftir útbúgvingini hjá Jóhan niðri í Danmark, hvussu Sigrið hevði tað, og hvussu tað gekst Jóhonnu í Kina. Hann var errin av okkum, og vit fortelja errin, hvør abbi okkara var, og hvussu kul hann var á knallertini, í leðurjakka, føroyskari húgvu og við fartelefon í lummanum. Í 2010 gjørdist hann langabbi, 88 ára gamal, og hann náddi at uppliva tríggjar langabbasynir. Honum dámdi væl at vera saman við yngstu eftirkomarunum, og hann frøddist at síggja teir mennast.

Omma og abbi fylgdu væl við í tí, ið fór fram rundan um tey, men tey vóru altíð nærverandi, hvíldu so væl í sær sjálvum og  góvu sær altíð stundir til okkum børn. Vit hava nógv at læra av teimum, tey eru á mangan hátt okkara fyrimyndir, og gott er at kenna fløvan av teirra hondum, ið nú hava slept.

Omma og abbi settu sítt álit á hin alvaldandi og løgdu seg trygt í hansara hendur. Tey eru nú burtur úr likaminum og heima hjá Guði, og abbi hvílir nú undir liðini á ommu í síni fedranna jørð millum Oyrar og Gerðar.

Takk fyri alt, góðu omma og abbi, og ærað verði minni tykkara.

 

Kristian, Jóhan, Sigrið og Jóhanna

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni