Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður má halda orð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2018 - 22:52 Tíðindi

Undir júst lidna orðaskiftinum um fíggjarlóg, gingu bylgjurnar høgt. Jógvan Skorheim vísti á, at játtanin, sum avtala varð gjørd um til Klaksvíkar Sjúkrahús, var tikin av fíggjarlógini. Løgmaður hevur áður sagt í samrøðu við Norðlýsið, at avtalan skal haldast og pengar skulu koma aftur til økið so ella so.

Hóast hetta vísti Jógvan Skorheim á, at eingir pengar eru brúktir í ár, hóast 7,5 mió vóru játtaðir av Løgtinginum til hølisumvælingar, útbúnað og uttanumøkið. Jógvan Skorheim upplýsti, at hann fór saman við tinglimum úr andstøðuni, at leggja broytingaruppskot fram til 3. viðgerð av fíggjarlógini, so samgongan hevði møguleikan at halda avtaluna, og seta upphæddina á 15 mió. á fíggjarlógina fyri 2019. Upplýst bleiv, at tað vóru millum annað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum eisini fór at skriva undir broytingaruppskotið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni