Lýsing
Lýsing
Lýsing

Einans 15 løgtingsfólk stóðu saman um Rigmor - uppskot um missálit fall 15-15 og trý stungu høvdið í sandin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.12.2018 - 09:20 Kykmynd Politikkur Tíðindi

Hóast løgtingsformaðurin frá tingsins røðarapalli alment hartaði politisku skipanina fyri at renna undan ábyrgd, endaði løgtingsformaðurin við at atkvøða ímóti misálitsuppskotinum og sostatt hevur eingin í politisku skipani ábyrgd av at sjálv stýrisskipanin er brotin og pengar brúktir uttan nakra játtan.

Harafturat valdu Sonja, Kristin og Magni at stinga høvdið í sandin og ikki taka støðu til málið við at atkvøða blankt.

Tað vil siga at tey hvørki vildu plasera ábyrgd hóast tey heldur ikki hava álit á landsstýriskvinnuni??? Orsøkin er sjálvandi at hesi, sum ikki atkvøða fyri øðrum enn sær sjálvum vilja ikki verða orsøk til at eitt møguligt løgtingsval verður útskrivað, so fólki kundi sloppi at siga sína hugsan um skilið í Løgtinginum. At tey lótu seg keypa við lyfti um eina kanning EFTIR at brot á stýrisskipanina er staðfest, staðfestir at okkurt er galið!

Eftir stendur fólkið í "tí eina valdøminum" við eini samgongu har øll politisku stórmálini eru parkeraði og einari landsstýriskvinnu í skúla- og mentamálum sum einans 15 tinglimir hava álit á.

Fíggjarætlanin bleiv sum sigur er samtykt endaligt við at øll tingfólk atkvøddu fyri. Sjálvsagt, tí annars fingu tingfólk onga løn í nýggja árinum - Og tað er sjálvandi ein óhugsandi støða....

Hetta merkir at løgtingið nú kann halda jólafríð við fullari løn líka til páskir, meðan statusquo í politisku skipanini verður varðveitt.

Ovast situr ein løgmaður sum eins og fleiri av undangongu monnunum gera alt fyri at halda seg sjálvan sitandi á tabarettini.....

Eftir atkvøðugreiðsluna í nátt fóru so spinnarríðini hjá ráðandi ráðharrastovunum til verka at spinna søgur til okkum miðlar, so at fólki sum skjótast skal gloyma alt um politska spælið og tann veruleika, at føroyingar í dag eiga eitt fullkomiliga niðurbundið Løgting, sum ikki ein gongd megnar at vísa ella siga hvør í landinum situr við ábyrgd.

... Jólamenn .... vit sita her sum nakrar nissur og játta hvør øðrum  smáar jólagávur  meðan ongar stórar íløgur verða gjørdar kring landið , segði Heini O. Heinesen, sáli.

Og orðini raka plett- eisini í 2018

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni