Lýsing
Lýsing
Lýsing

Annika ryggsvimur

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  09.01.2019 - 22:52 Politikkur Tíðindaskriv

Eg veit, at Annika Olsen var góður svimjari, men eg minnist ikki, um tað var í ryggsvimjing ella í aðrari grein. Men í spurninginum viðvíkjandi bústaðarneyðuni er týðiligt, at her verður gjørd ein roynd at ryggsvimja.

Út frá útsøgnum frá Anniku Olsen í almenna orðaskiftinum um bústaðartørvin hevur higartil verið púra greitt, at hennara áskoðan hevur verið, at ein kommuna als ikki skal taka nakran lut í nakrari íbúðarbygging. Tað var, sambært henni, beinleiðis skeivt og kappingaravlagandi.

Nú, nakrar krákumánaðir seinni, er hon, vísandi til hetta seinasta aftursvarið til mín, tíbetur komin á aðrar tankar, og vil nú, at kommunan fer í gongd við bústaðarbygging saman við vinnuni. 

Tað ljóðar sum ein kúvending.

Eg veit ikki, um Annika Olsen ikki hevur fylt við í kjakinum um leigubústaðir, tí sum løgtingsmaður havi eg longu lagt uppskot fyri løgtingið um at geva kommunum størri heimildir at byggja íbúðir saman við vinnuni. Ikki bert íbúðir til ein bólk av fólki, men heldur til allar aldursbólkar, og har bústaðarneyðin er størst. Tí havi eg nevniliga tikið ábyrgd heldur enn at spælt bóltin víðari til nakran annan.

Vit mugu loysa bústaðarneyðina, og mín grundleggjandi hugburður er, at um tað ikki verður umvegis kommunurnar saman við vinnulívinum, so verður tað ikki loyst. 

Amboðið til at loysa tørvin er ymiskur, alt eftir hvar í Føroyum tú ynskir at búgva. Tí er tað eisini umráðandi, at bústaðarmynstrið avspeglar júst tað lokalsamfelagið og ynskini, ið borgarin hevur júst á tí staðnum. Bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini, og tí skulu heimildirnar til kommunurnar eisini broytast tilsvarandi. Tað vóni eg, at eg og Annika kunnu vera samd um, tí tað er neyðugt, um vit sum samfelag skulu basa stóra tørvinum á bústøðum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni