Lýsing
Lýsing
Lýsing

Druknivanlukkur verða ikki tiknar í nóg stórum álvara í Føroyum

SKRIVAÐ: Janus Joensen  |  14.01.2019 - 16:14 Lesarabrøv Politikkur

Ein gerst ikki sørt skakkur, um ein hyggur eftir hvussu nógvar druknivanlukkur henda lutfallsliga tætt fram við landi í Føroyum. Verða hesar vanlukkurnar settar á eitt kort sær ein hvussu tær eru spjaddar kring landi. Tíverri eru helst fleiri vanlukku enn tær, ið eru settar á myndina.

 

Sambært Hagstovu Føroya var deyðsorsøkin hjá 15 føroyingum, í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2016, drukning. Føroyska tilbúgvingin er í dag tíverri, í flestu førum sera illa fyrireika at gera nakað skilagott átak fyri at bjarga fólki í sambandi við druknivanlukkur. Tær flestu kommunurnar hava hvørki útbúgvin sløkkiliðsfólk ella hóskandi útgerð til slík átøk.  

Ábyrgdin viðvíkjandi at tilrættarleggja tilbúgvingina liggur í dag hjá teimum einstøku kommununum. Í løgtingslóg nr.61 frá 15.mai 2012 um tilbúgving stendur í grein 8: § 8. Kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum. Kommunala tilbúgvingin skal eisini vera før fyri at taka ímóti, hýsa og í neyðugan mun kostarhalda bráðfluttum og fólki, sum orsakað av neyðstøðu eru komin illa fyri. Stk. 2. Kommunur kunnu, heilt ella fyri ein part, vera felags um kommunala tilbúgving. Avtalur um felags kommunala tilbúgving skulu góðkennast av kommunala eftirlitinum sbrt. § 51 í løgtingslóg um kommunustýri.

Í grannalondum okkara verða tilbúgvingarnar meir og meir lagdar tilrættis eftir hagtølunum. Á hendan hátt gera grannalondini íløgur í sínar tilbúgvingar, eftir tørvinum ið hagtøl teirra vísa á. Tað er sera óheppi at flestu føroysku kommunurnar eru eftirbátar, í hesum sambandinum tá tað eru so nógvar slíkar vanlukkur.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni