Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tormóður Djurhuus 85

SKRIVAÐ: Hoyvíkingar  |  19.01.2019 - 12:30 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllir ein kendur advokatur í Føroyum 85 ár. Tormóður vaks upp í Klaksvík, sonur tey kendu lærarafólkini Hjørdis og Hákun Djurhuus. Hákun var politikari, løgtingsmaður í eitt mannaminni, fólkatingsmaður og eisini Føroya løgmaður í sjálvsstýrislandsstýrinum frá 1962-66.

Eftir lokið studentsprógv fór Tormóður til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði í 1952. Tormóður giftist við Bysse, dóttir Hertu og Effa Mohr, og fingu tey 4 børn: Hákun, Petur Even, Bjørg og Gunnar.

Eftir at hava starvast sum advokatur í Keypmannahavn í eini 10 ár varð leiðin løgd heimaftur til móðurlandið. Tormóður fór í starv sum advokatur á Bryggjubakka hjá Leif Waagstein og eisini sum skrivari hjá Føroya reiðarafelag. Í sínum yrki hevur hann havt mong áltisstørv, og hevur hann virkað sum advokatur til fyri nøkrum árum síðani, tá hann valdi at leggja starvið frá sær fyri at njóta pensjónsárini saman við konuni Bysse.

Tá Bysse og Tormóður valdu at flyta heimaftur í 1968 høvdu tey ognað sær eitt grundøki við Hvítanesvegin í Hoyvík og flutt varð inn í nýggj sethús í 1969. Tá var Hoyvík ein lítil bygd við eini 20 sethúsum.

Tað, sum hevur eyðkent stásliga heimið á Hvítanesvegi 19, er teirra stóri blíðskapur. Altíð hava tey tikið undir við tí, sum ungdómurin hevur tykist við og verið til staðar. Tá ítróttarfelagið H71 varð stovnað 1971 vóru tey í fremstu røð og munnu tær flestu stóru avgerðirnar í felagnum hava rót úr heiminum á Hvítanesvegi 19. Børnini hava verið í fremstu røð í felagnum – hava leikt á vallum og røkt formans- og nevndarsessir í felagnum. Í dag er verdóttirin, Anna Dam, forkvinna í felagnum.

Enn eru tey til dystin fús, og er okkurt í felagnum, so eru tey har, Bysse og Tormóður. Eru dystir í felagnum, so eru tey mitt í áskoðarafjøldini og eggja leikarum sínum.

Onnur frítíðarítriv hevur Tormóður eisini havt. Jørð hava tey í Skúgvi, haðani pápin var ættaður. Á trøðni á Selatrað, har mong epli eru sett niður. Men tað, sum hann hevur lagt størstu orku í í frítíðini, er tann vakra urtagarðin rundanum sethúsini. Har var bert eyrur og grót at byrja við. Við tolni, treiskni og áhaldni, við spaka, krákunevi, eyrhakkara og jarnbroti; og at drena og laða, hevur hann fingið vakran urtagarð við blómum, urtum, runnum og trøum at blóma.

Vit ynskja Tormóði hjartaliga til lukku við teimum 85 árunum í dag. Takk fyri ríkar og góðar løtur á leiðini við ynski um nógv góð ár afturat.

Hoyvíkingar

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni