Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menningarkvoturnar skapa dundrandi hall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.01.2019 - 18:58 Leiðarin Tíðindi

Nú er greitt, at menningarkvoturnar fyri 2018 ikki kunnu flytast til 2019, og harvið fella 48.218 tons av svartkjafti, 3.641 tons av makreli og 3.015 tons av norðhavssild aftur til landið. Avreiðingarvirðir fyri 116 milliónir fara harvið fyri skeytið, og virðisøkt kundi hetta givið føroyska samfelagnum umleið 200 milliónir. Tilsamans eru 83% av menningarkvotunum farnar til spills.

At inndraga rættindi frá teimum, ið fingu tað at bera til, og útluta til nýggjar aktørar hevur ikki verið kostnaðarfrítt fyri føroyska samfelagið. Nú gjørt er upp fyri 2018 vísir tað seg, at einans 17% av menningarkvotunum eru fiskaðar, meðan hini 83%’ini fella aftur til landið. Lógarheimild er nevniliga ikki fyri at flyta rættindini millum ár, tí talan er hvørki um eginkvotu ella felagskvotu.

Í fjør og aftur í ár hava vit sæð, at reiðaríini hjá t.d. Sjúrðarbergi, Sigmundi og Thor hava mugað uppsagt eina rúgvu av monnum og selt fleiri skip, tí teirra fiskirættindi vórðu skerd munandi vegna fiskivinnunýskipanina. Samgongan og serfrøðingar royndu at kyrra fólk við, at rættindini og arbeiðsplássini blivu ikki burtur, tey skuldu bara fiskast av øðrum aktørum. Men nú vísir tað seg, at hesir aktørar megna als ikki at fiska sínar kvotur.

Onkur rættindahavari hevur upplivað at fingið menningarkvotu tillutaða og mist hana aftur, tá seinni varð komið fram til, at hann kortini ikki livdi upp til treytirnar. Aðrir rættindahavarar hava fingið ávaring um at fáa viðurskiftini í rættlag. Og uppaftur aðrir hava fingið undantaksloyvi til at landa aðrastaðni enn har kvotan varð latin. Felags er, at samlað sæð í 2018 eru einans 1/6 av menningarkvotunum fiskaðar, meðan 5/6 fóru fyri onki. 

Norðlýsið hevur áður tosað við fólk, ið hava vitan um virðisøking á landi, og hesi meta, at mista avreiðingarvirðið uppá 116 milliónir merkir mist virðir fyri umleið 200 milliónir. Tvey hundrað milliónir, ið høvdu skapt nógvar ringvirkningar, vórðu tær ikki mistar, eru sostatt farnar fyri skeytið higartil vegna eksperimentið við fiskivinnuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dystar­veðrið Víkingur - KÍ
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni