Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni

SKRIVAÐ: Annika Olsen  |  02.07.2025 - 10:46 Politikkur Tíðindaskriv

Í  ár eru tað 27 ár síðani,  at uttanríkismál vóru sett á breddan á løgmansskrivstovuni við egnari deild, og í 2008 fekk uttanríkisráðið egnan uttanríkisráðharra.   Lítil ivi man vera um, hvussu týdningarmikil hesi stig hava verið fyri okkara vinnulív,  serliga havandi í huga okkara stóra fiskaríkidømi, sum alsamt hevur tørv á góðum handilsavtalum og marknaðaratgongd.

 

 

Politiskt verður orðingin góðar karmar til okkara vinnulív ofta brúkt,   men hvat eru góðir og tryggir karmar ? Ein partur er í hvørt fall, at vit tryggja vinnuni góðar handilsavtalur og marknaðaratgongd. Í hesum sambandi sleppa vit ikki uttan um uttanríkispolitikkin.  Uttanríkispolitikkurin er við sínum diplomatii altavgerandi fyri menningina og møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi at virka á jøvnum føti við okkara kappingarneytar. Hóast tað hevur gingið strilti og leingi við at fáa tær neyðugu fríhandilsavtalurnar í hús orsaka av forðingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, so eru 2 sera týdningarmiklar avtalur komnar í hús undir hesi samgonguni,  sum fara at fáa stóran týdning fyri serliga saltaðan fisk og fyri ymisk onnur fisksløg.

 

Avtalan við Kina í tøkum í tíma

Í apríl mánað undirritaði uttanríkis- og vinnumálaráðfrúan,  Sirið Stenberg, eina sera týdningarmikla avtalu við Kina. Leingi hevði hetta arbeiðið verið ávegis, men nú bragdaði. Talan var um 2 heilsufrøðiligar avtalur, ið hava til endamáls at gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta fleiri vørusløg enn áður til Kina, eitt land, ið hevur ein risa stóran marknað við sínum 1,4 mia. Íbúgvum. Støðan áðrenn avtaluna var,  at tað bert var ein avmarkaður listi av fiski, sum kundi útflytast til Kina undir serligum hørðum treytum. Sambært nýggi avtaluni er hetta broytt, soleiðis at allur villur veiddur fiskur, fiskamjøl og lýsi til Kina nú kann útflytast uttan órímuligar forðingar. Hetta er ein avtala, sum hevur stóran týdning fyri eitt nú Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður.

Føroyska svartkjaftakvotan hevur verið stór seinastu árini, tí tað ikki hevur eydnast at fáa semju við strandalondini um eitt kvotabýti. Kvotan var 542 tús. tons í 2024 og í 2025 var hon 513 tús. tons, og skuldi tað hent, at tann fyribils góðkenningin sum Føroyar hava við ES fram til 2026 um alifóður ikki verður longd orsaka av ósemjuni um svartkjaftin, ja so er tað alneyðugt við nýggjum marknaðum, og her er Kina við sínum vaksandi fólkatali er sera týdningarmikil

 

Heilsufrøðiliga avtalan við Brasil stóran týdning

Somuleiðis hevur heilsufrøðiliga avtalan við Brasil stóran týdning fyri Føroyar, serliga fyri útflytarar av saltaðum fiski. Hendan avtalan var undirritað í juni mánað av Sirið Stenberg uttanrikis og vinnumálaráðharra og umboð fyri brasiliansku stjórnina.  Í longri tíð hevur heilsufrøðiliga starvstovan, Føroya ráfiskakeyparafelag  saman við uttanríkis og vinnumálaráðnum arbeitt við at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil uttan úrslit, men nú kom avtalan í hús.  Føroyar kappast við eitt nú Norra við at útflyta saltfisk,  sum leingi hevur havt ein fyrimun við at kunna útflyta til Brasil uttan forðingar, ein  marknað við 213 míó. íbúgvum. Við nýggju avtaluni er ikki neyðugt at fara ígjøgnum aðrar myndugleikar fyri at selja til Brasil, men vinnan í Føroyum kann nú sjálv framleiða saltaðan fisk og útflyta hann til Brasil.

Hesar avtalur eru so sera týdningarmiklar, tí tær lata upp  fyri virðisøking og áhugan hjá vinnuni at fara undir at framleiða og útflyta, tí talan kann vera um ein munandi størri vinning pr. kilo, sum ger tað áhugavert hjá vinnuni. Tað er trupult at seta kr og oyru á tílíkar avtalur, men tær hava mió virðir. Tað er serliga ráfiskakeyparafelagið og tær fyritøkur,  sum útflyta saltaðan fisk, sum fáa gleði av  hesi avtaluni, og talan er um fleiri fyritøkur í Føroyum  m.a. Vaðhorn, Delta Seefood, Sandoy Seefood og  Kósin, sum fara at fáa ágóðan av avtaluni

Men vit mugu víðari við arbeiðnum at skapa vinnuni betri marknaðaratgongd og harvið karmar. Tað er neyðugt, at Føroyar fáa fult og heilt ræði á uttanríkispolitikkinum, so vit kunnu gera tær neyðugu  fríhandilsavtalurnar bæði við Kina, Brasil, ES , USA og aðrir áhugaverdir marknaðir. Tískil er tað arbeiðið, sum løgmaður saman við 5 flokkum er farin í gongd við at sleppa Føroyum úr uttanríkispolitisku spennitroyggjuni altavgerandi fyri Føroyar,  fyri føroyskt vinnulív og fyri tann samlaða føroyska búskapin.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, limur í uttanlandsnevndini og næstforkvinna í vinnunevndini

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni
Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska rá…
Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Fes…
Líggjas nýtt føroyskt juniormet í 200 fr…
Byggja undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna?
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið