Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steintór Rasmussen er ein marglistarmaður og hevur seinastu árini serliga fingist við at skriva bøkur

Steintór Rasmussen fingið starvsløn í 6 mánaðir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  29.01.2019 - 10:28 Mentan Tíðindi

Mentanargrunnurin er farin at hyggja kring landið, nú nevndin hevur latið starvslønir fyri 2019. Um tað er orsakað av skriving í Norðlýsinum er tó ógreitt.

Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvsløn til hesar persónar

EItt ár til Heiðrik á Heygum.

Seks mánaðar til Arnold Ludvig, Høgna Mohr, Lenu Anderssen, Magnus Johannessen, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen og Trygva Danielsen.

Sjey umsøkjarar fingu 3 mánaðir, sjey 2 mánaðir, og sekstan ein mánað.

 

Í februar mánaða í fjør stóð grein í Norðlýsinum at lesa, um at Mentanargrunnur Landsins í ov stóran mun gav starvslønir til fólk í miðstaðnum, sí grein undir her. Tað skal ikki verða sagt her, um hetta er orsøkin at starvsløn nú er latin til fólk uttanfyri miðstaðin, men í øllum førum hevur Steintór Rasmussen nú megnað at sleppa ígjøgnum nálareyga. 

Vit á Norðlýsinum ynskja Steintór Rasmussen og øllum hinum hjartaliga til lukku við starvslønini. 

 

Starvslønir játtaðar 2019-Mán.pdf

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…