Lýsing
Lýsing
Faktaboks: Topp 20 listin av teimum, ið hava móttikið starvslønir frá Mentanargunni Landsins

Mentanargrunnurin og The Usual Suspects

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  23.02.2018 - 06:00 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Mentanargrunnurin læt mánadagin tilsamans 40 fólkum starvsløn. Starvsløn er samsýning, ið skal tryggja arbeiðsfrið í nakrar mánaðir ella ár, meðan tann, ið fær starvslønina, útinnir listar- og/ella mentanarligt arbeiði. Upphæddin er fólkaskúlalæraraløn á 21. lønarstigi, svarandi til 27.274 krónur um mánaðin. Hesin arbeiðsfriður skal geva skapandi listar- og mentafólki flog at skapa og halda lív í føroyska mentanarpallinum. Men hvussu væl hildnast hetta?

Verður hugt at yvirlitinum yvir tey, ið hava fingið játtað starvsløn, so sæst, at nógv nøvn ganga aftur frá undanfarnum árum. Viðmerkjari í Kringvarpinum vil vera við, at Mentanargrunnurin er við at fara um eitt “trivalitetsmark”, har somu, kendu nøvn fáa drúgvar ella afturvendandi starvslønir, meðan teir fáu nýggju starvslønarmóttakararnir fáa bert játtaða starvsløn í eitt stutt tíðarskeið, ið helst er ov stutt til at fáa flog. Sjálvur segði hann seg kenna øll 40 á listanum hesaferð. Hesi viðurskifti gera tilsamans, at mentanarpallurin fær torført við at endurnýggja seg.

 

Play it safe?
Endamálið við at geva starvslønir er kanska ikki nóg greitt. Til tíðir tykist tað, sum um tær eru eitt slag av virðislønum fyri longu útint arbeiði. Tá kagað verður í yvirlitið yvir lætnar starvslønir yvir tíð, so síggjast summir etableraðir rithøvundar at hava fingið starvsløn í omanfyri 6 ár tilsamans. Tá er endamálið ið hvussu er ikki longur at skapa flog fyri spírandi høvundarnar ella at seta nýtt við. Og tað sigur seg sjálvt, at tá teir vælkendu høvundarnir fáa starvsløn ár um ár, verður smábýtt, hvat er eftir til aðrar umsøkjarar.

Her kann tað tykjast, sum um Mentanargrunnurin óttast at brenna seg. Tað er lætt at grundgeva fyri, hví bókmentaligir tungvektarar skulu fáa viðurkenning; teir hava longu prógvað sítt virði, og tað er torført hjá nøkrum atfinnara at grundgeva fyri, hví hesir ikki skuldu fingið. Og afturfyri tær starvslønirnar fáa vit eisini dygdargóð og gjøgnumarbeidd góðskuverk. Vansin er hinvegin, at vit fáa meira av tí sama, og spurningurin er um tað er rætt at geva høvundum, sum longu hava fingið sítt flog, áhaldandi stuðul.

 

Landafrøðiliga býtið
Hyggja vit at, hvussu starvslønirnar verða býttar kring landið, so sæst beinanvegin, at tær flestu falla niður í miðstaðarøkinum. Her kann argumenterast fyri, at mentanarlívið er ríkast har, men tað argumentið virkar báðar vegir - er neyðugt at lata mest stuðul har, sum mentanin frammanundan hevur tað best?

Um vit taka Norðoyggjar sum dømi, so hevur skaldskapur ikki góðar gróðrarumstøður har. Kendastu høvundarnir í Norðoyggjum eru helst Robert Joensen og J. Símun Hansen, og hesir fingust við siðsøgu, ikki fiktión. Onkrir aðrir rithøvundar hava roynt seg, men fyri teir hevur Mentanargrunnurin ikki verið nakar stórur kveikjari. Onkur hissini styttri starvsløn hevur verið latin, men ikki nóg mikið til at lyfta nakran uppfrá.

 

Meira av tí sama
Í sendingini “Guð signi Føroyar” varð m.a. komið inn á tvey áhugaverd fyribrigdi, sum møguliga hava samband við hetta evnið. Nevniliga at átrúnaður stendur sera sterkur í Norðoyggjum og Eysturoy, og at átrúnaðurin í stóran mun fíggjar seg sjálvan við egnum sjálvbodnum gávum. Samstundis vita vit, at vinnulívið er sterkt og ríkt í somu økjum, eins og at vinnulívið javnan átekur sær at veita stuðul til ítróttarlig og til tíðir mentanarlig endamál.

Hetta reisir spurningin, um Mentanargrunnurin møguliga er bundin av vanahugsan. Ikki bara sjálvur, men at grunnurin eisini er við at binda onnur niður í somu vanahugsan. Er tað so, at hildið verður, at hesi økini søguliga hava klárað seg sjálvi uttan almennan stuðul, at tað tí ikki er neyðugt at veita spírandi eins og aktivum listar- og mentanarfólki úr teimum starvsløn, kann ein freistast at spyrja.

Her eiga ávaringarklokkur at ringja. Privatar fyritøkur og privatir grunnar gera sjálvi av, hvørjum tey vilja stuðla, og nýtast ikki at grundgeva fyri tí. Tíansheldur fyri at taka stuðulin aftur. Verður ein listarmaður m/k ella mentanarspíri bundin av afturvendandi fíggjarligum stuðuli haðani, er bert eitt stutt stig til stuðlandi fyritøkan hevur keypt sær frið, og verður tí ikki kritiserað av móttakaranum. List skal helst provokera, og hon trívist tí best, um listarfólkið ikki stendur í takksemisskuld til nakran privatan vælgera, tí tá er skjótt at listarfólkið fær skotið ivasom motiv í skógvarnar.

 

At stimbra eldsálir og seta nýtt við
Skal Mentanargrunnurin menna og kveikja føroyska mentan og list, so er neyðugt at starvslønirnar hjá grunninum ikki bara verða eitt slag av alternativum mentanarvirðislønum fyri útint arbeiði hjá teimum longu etableraðu. Hann er noyddur til at taka váða á seg, sum inniber, at hann møguliga stuðlar onkrum “fusara” nú og tá. Men farið eigur eisini at vera frá at petta starvslønir sundur í so smá tíðarskeið fyri at stuðla so mongum, at nærum onki verður í part. Tað er gamaní tryggari at lata stuttar starvslønir, um ein nú brennur seg, men tað ber eisini til at vera so varin, at onki spyrst burturúr vegna tað, at starvslønartíðarskeiðið var so stutt.

Sjálvsagt skal Mentanargrunnurin ikki einans lata starvslønir til fullkomiliga ókend fólk. Neyðugt er sum altíð, tá talan er um almennar pengar, at hava sera góðar grundgevingar fyri, hvørji fáa, og ikki minst fyri, hvørji ikki fáa. Tí er heilt í lagi og púra rætt, at starvslønir verða latnar til fólk, sum hava prógvað sítt virði á føroyska mentanarpallinum, og sum eru eldhugað at halda fram. Meira ivasamt er, hvat endamál verður rokkið við at geva afturvendandi starvslønir til teirra, sum frammanundan hava fingið úr sama grunni.

 

Mentan er ikki vanahugsan
At stimbra mentan inniber eisini at bjóða vanahugsan av. Stórtrívist mentanin á einum plássi, er hetta ikki eitt tekin um, at neyðugt er at fara inn við meira studningi til tað plássið. Hevur mentanin hinvegin vánaligar gróðrarumstøður í einum øki, so skal tað sjálvsagt ikki nýtast sum eitt argument fyri, at tað økið ikki skal fáa. Ger Mentanargrunnurin tað, so er hann sjálvur ein viðvirkandi orsøk til, at tað gerst ein sjálvuppfyllandi profeti, at økið skal verða mentanarliga afturúrsiglt.

Har illgruni ella fordómar eru um vánaligan mentanarligan trivnað, eigur ein almennur grunnur sum Mentanargrunnurin at fara í hernað ímóti tí illgrunanum og/ella fordóminum og stuðla við tí fyri eyga at koma hesum til lívs. Hetta gerst við júst at stuðla umsóknum úr tí økinum, ið kunnu føra økið fram á leið mentanarliga. Harvið lyfta vit nógv betur allan tann føroyska mentanarpallin uppfrá, enn vit gera við at sáa, har tað longu er sáað frammanundan.

Eitt er so vist; blíva vit við at gera tað sama, fæst eisini sama úrslit. Er ein nøgdur við tað verandi, er tað sjálvandi í lagi, men tá mennist mentanin heldur ikki. Og tað reisir spurningin, um Mentanargrunnurin við sínum býtislykli ikki eigur sín part av ábyrgdini fyri, at landafrøðiligu hagtølini á átrúnaðarliga økinum eisini standa í stað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin