Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann fimta sigurin á rað

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  30.11.2025 - 07:52 Ítrottur Tíðindi

Eftir at hava tapt fyri Fleyr í fyrsta dystinum í kappingini, hevur gingið sum eftir ánni hjá Mjølni, sum í gjár vann sín fimta sigur á rað, eftir at KÍF var sent suðuraftur til Kollafjarðar við 3-1 tapi í ferðaskjáttuni.

 

Mjølnir – KÍF 3-1 (25-13, 20-25, 25-14, 25-17)

Ein av trupulleikunum hjá KÍF vóru tær longu røðirnar av stigatapum, sum vóru heilt upp í 10 stig, og tá vinnur tú ikki flogbóltsdystir.

Soleiðis fór Mjølnir í einum frá 4-3 til 11-3 í fyrsta setti, og síðani frá 11-5 til 16-5, og tá vendist ikki aftur.

Eftir at KÍF hevði svarað aftur og vunnið annað sett 25-20, sá bjartari út hjá teimum, tá tær fóru framum 10-7, men eftir javnleik 12-12 vann Mjølnir 10! stig í einum háli, so støðan gjørdist 22-12, áðrenn Mjølnir vann settið 25-14.

Í fjórða setti fór Mjølnir skjótt fýra framum, og tann munurin bara vaks, til Mjølnir hevði vunnið 25-17.

Um eina viku verður toppdystur ímillum nr. 1 SÍ og nr. 2 Fleyr. Tá spælir Mjølnir ímóti Drátti og kann taka annaðplássið á stigatalvuni, um úrslitið lagar seg rætt.

Kl. 18 í dag møtast toppur og botnur á Giljanesi, tá Dráttur tekur ímóti SÍ.

 

Stigatalva í Hotel Djurhuus deildini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…