Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Árnafirði tendrað

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  29.11.2025 - 23:08 Mentan Myndarøð Tíðindi Veðrið

Væl av fólki var møtt til jólahugnan kring jólatræið í Árnafirði seint seinnapartin í dag, har Lena Askham hugleiddi um barnajólini í hugnaliga Árnafirði.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi tvey løg, áðrenn røðuna hjá Lenu, sum greiddi frá einum tryggum uppvøkstri í Árnafirði.

Um at lesa lestur, gangan í kirkju og serliga á jólum at síggja prýðiliga træið í kirkjuni, sum var so vakurt og hábærsligt.

Um skúlagongdina, har Niclái, lærarin, sum var ein rættilig fyrimynd. Dugnaligur og nærlagdur lærari, sum tók sær væl av børnunum.

Tað kom fyri, at hann hevði tikið síður burturúr onkrari skúlabók, hann helt ikki gagnaðu børnunum. Men hann var so at sær komin, at hann sendi bræv til foreldrini við síðunum í, at hann so hevði gjørt. Tað var upp til foreldrini, um tey vildu kunna børnini um hesar søgur.

Í Lenusa føru vórðu hesar tríggjar síðurnar brendar, og so varð ikki snakkað meir um tað.

Kent er eisini at flestu næmingar hjá Nicláa hava eina serlig vakra hondskrift.

Pápi Lenu hevði verið oftani um Áarskarð í ymiskum ørindum. Men tann eina ferðin var meira serstøk. Tað var í 1965, tá ið hann fór við konuni um skarið, tí Lena skuldi kom til verðina. Tá fór pápin, Hans Andreas Olsen tað drúgvu og í støðum brøttu leið um skarðið.

Men tó var tað hópin lættari í 1987, tá ið teir arbeiddu í tunnlinum og hann var stongdur um náttina. Tá fekk pápin borið so í lag, at hann slapp ígjøgnum við dóttrini, sum skuldi eiga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 22 ára gomul.

Jú, har vóru nógvar góðar og hugnaligar hugleiðingar um eina góða tíð í eini fjálgari bygd, nær at “stórbýnum”, Klaksvík.

Eftir røðu og spæl, varð farið inn í hugnaliga bygdahandilin, har alt lívið í bygdini hevði sína snúningsás í síni tíð. Har sum allar søgur vórðu sagdar og allar meiningar komu til kennar.

Her, sum allar vøkru nissurnar og fittu trøllini, Mariu Olsen eigur, ið handlinin er prýddur við.

Gamla bygdahandilin hava Samson Højgaard og systurin Óluva Poulsen fyri fáum árum síðan keypt.

Húsið er sett í stand, men  gamli søguliga handilin varðveittur í tí standi, hann var – So sum í gomlum døgum, eins og allir árnfirðingar minnast hann.

Ein hugnalig jólaløta í Árnafirði við hópin av bygda- og ættarfólkum, nú jólini stunda til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI