Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjónleikaspírar í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  30.11.2025 - 19:00 Mentan

Fult hús var í Spinnarínum hóskvøldið, tá sjónleikanæmingar á Kvøldskúlanum framførdu fyri familju.

Sum nakað nýtt hevur Kvøldskúlin í heyst bjóðað sjónleikaskeið fyri børn, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag.  21 børn úr 3., 4. og 5. flokki høvdu teknað seg til skeiðini, sum endaði við familjuframførslu í Spinnarínum hóskvøldið 27. nov.

Yngri bólkurin, sum hevði arbeitt við smáum leikmyndum og “sketchum”, høvdu samansett eina lítla sýning, sum tey kallaðu “Norðoyastevnuteitið Junior”, meðan eldri bólkurin framførdi eina modernaða útgávu av Reyðhettu, við hiphop, hettutroyggjum og rappsangi. Ein sera hugnalig løtu á loftinum í Spinnarínum, og kunnu vit gleðast um at eiga so nógvar dugnaligar sjónleikaspírar her norðuri.

Undirvísari er Birita Adela Davidsen, sum fæst við sjónleik og opera, og m.a. hevur skrivað og leikstjórnað barnaleikirnar “Papageno og Gandadrykkurin”, “Hevur tú sæð Carmen?” og pixi-útgávuna av kendi operuni “Gandafloytan” eftir Mozart.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI