Kommunala fíggjareftirlitið “spyr inn til” mál hjá Klaksvíkar Kommunu
Hilmar Høgenni frá kommunala eftirlitinum bíðar framvegis eftir eini frágreiðing frá Klaksvíkar Kommunu, um hvussu Klaksvíkar Kommuna ætlar at umsita handilshølir í miðbýnum á Biskupstorgi. Samstundis váttar hann at kommunala eftirlitið hevur sent kommununi fyrispurning um eina frágreiðing um málið har kommunan gjørdi avtalu við almennan stovnsleiðara um at fara úr starvið samstundis, sum kommunan tryggjaði raksturin í hansara privata felag í eitt fimm ára skleið við eini avtalu, sum hevur eitt virði á fleiri milliónir.
Í november mánaða í 2018 skrivaðu vit um at Kommunali Sjálvsognarstovnur, sum Klaksvíkar Kommuna eigur 100%, hevði gjørt avtalu við Bústaðir um at at keypa handilshølini á Biskupstorgi fyri góðar 28 mió. kr, og at kommunan hevði ætlanir um at kommunala umsitingin vegna kommunala sjálvsognarstovnin ætlaði at umsita handilshølini.
Sí m.a. her
https://nordlysid.fo/tidindi/57082/sjalvsognarstovnur-hja-klaksvikar-kommunu-yvirtekur-handilsholini-i-midbynum-fyri-25-mio-kr
Og fyrst í hesum árinum skrivaði Norðlýsið um eitt serligt mál har kommuna hevði gjørt ein fráfaringar avtalu við kommunalan stovnsleiðara, samstundis sum kommunan gjørdi ein sáttmála við fráfarandi stovnsleiðara, sum tryggjar fíggjarliga privata felag hansara, sum skipar fyri mentunartiltøkum í býnum.
Advokatar sum Norðlýsið hevur tosað við og kommunala fíggjareftirlitið í fíggjarmálaráðnum ásanna at tey ikki kenna til líknandi mál.
Tað sum ger málið áhugavert er at avtalan um milliónir av almennum stuðulskrónum og uppsøgn av kommunalum stovnsleiðara er úrslit av beinleiðis samráðingum millum stovnsleiðaran sum samstundis er eigari av felagnum Spaniastova og býráðsformannin og varaborgarstjóran.
Harafturat verður starvið sum kommunalur stovnleiðari samantvinnað við avtaluna um millióna stuðulin til felagið hjá kommunala stovnsleiðaranum.
Alt er avgreitt og viðgjørt í býráðnum aftan stongdar dyr og almenningurin frætti ikki um avtaluna fyrr enn beint eftir at býráðið hevði samtykt málið við fyrru viðgerð.
Sí annars útsøgn frá Bjørn á Heygum advokati HER
https://nordlysid.fo/tidindi/57840/kenni-ikki-nakad-fordomi-um-slik-studulstiltok-til-privatan-vinnurekandi
Kommunalaeftirlitið
Hilmar Høgenni frá kommunala eftirlitinum váttar fyri Norðlýsinum at teir hava biði um eina frágreiðing frá Klaksvíkar Kommunu um málið viðvíkjandi Biskupstorg, men enn hava teir onga frágreiðing fingið.
Í samband við millióna stuðulin til Felagið Spaniastovu vísti kommunala eftirlitið í Heilsu- og Innlendismálum fyrst til Kommunala fíggjareftirlitið hjá fíggjarmálaráðnum. Tá Norðlýsið spurdi seg fyri í fíggjarmálaráðnum, varð sagt at tey ikki tóku einstøk mál upp, men høvdu eftirlit við kommunalaum roknskapum.
Norðlýsið bað síðani aðalstjóran og landsstýriskvinnuna í Fíggjarmálum um viðmerking til svarið úr fíggjarmálaráðnum, men vit fingu einki svar.
Men tá vit spurdu okkum fyri á kommunalu fíggjardeildini í Fíggjarmálaráðnum í gjár, varð sagt at tey nú høvdu kontakta kommunala eftirlitið í Heilsumálaráðnum um teirra vegna at “spyrja inn til málið” hjá Klaksvikar Kommunu. Orsøkin var at kommunala fíggjareftirlitið í Fíggjarmálaráðnum hevði onga løgfrøðiliga serfrøði, sum kundi meta um framferðin í samband við málið um fráfaringaravtaluna hjá fyrrverandi kommunala stovnsleiðaranum og avtalan um stuðul til privata felag hansara var í stríð við lógina ella ikki. Men úr fíggjarmálaráðnum varð sagt at tey kendu ikki til nakað líknandi mál.
Hilmar Høgenni, frá kommunala eftirlitinum í Fíggjarmálaráðnum, sigur í morgun soleiðis við Norðlýsið:
- Vit hava onga viðmerking til málið í løtuni. Ætlanin er at biðja um at fáa málið lýst, áðrenn støða verður tikin til um málið verður tikið upp.
Eingin almenn frágreiðing
Hóast baði omanfyrinevndu mál eru send til viðmerkingar hjá pørtunum í málunum er eingin almenn viðmerking kommin enn.
Í innlitstilfarinum sigur kommunan seg verða innanfyri “kommunalufullmaktina”. Men hetta stendur í brennandi andsøgn til tann veruleika at “kommunalafullmaktin” er júst tann fullmaktin sum nakrir fólkavaldir politikarar hava fingið frá borgarum í Klaksvík at umsita m.a. skattapeningin hjá borgarunum.
Tí kann tað ikki góðtakast tá fólka vald brúk l”kommunalufullmaktina” sum grundgeving fyri ikki at greiða borgarum frá nevndu málum.
...............
Málið/skjøl bólka eftir tíðarfesting:
15/05-2016 Ger Jóan Hendrik Svabo Samuelsen eitt løgfrøðiligt notat
https://nordlysid.fo/upload/tinymce/fcfd1691800de6844fc4bc1f2c65aaeec5a69f6a.pdf
(28/18
15/00896
Uppraðfesting av mentunardeplum í Klaksvík - eykajáttan fyrru viðgerð)
Viðgjørt av:
13/03-2018 Mentunnarnevndini
13/03-2018 Trivnaðarnevndin Børn og Ung
21/03-2018 Fíggjarnevndin
22/03-2018 Klaksvíkar Býráð 1. Viðgerð
22/03-2018 Kl 23:08 leggur nordlysid út tíðindaskriv um at Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt avrikssáttmala við .
https://nordlysid.fo/tidindi/20905/gamla-uklaksvik-ein-soguligur-mentanardepil
23/03-2018 kl. 07:02 er tíðindaskriv á nordlysid.fo har kunngjørt verður at leiðaraskifti er í kommunala stovninum Húsið. Kunngjørt verður at nýggi leiðarin tekur við tann 1. Apríl.
https://nordlysid.fo/tidindi/20907/tey-ungu-flyta-inn-i-atlantis
01/04-2018 Verður stovnsleiðarin hjá Klaksvíkar Kommunu formelt loystur úr starvi hjá Klaksvíkar Kommunu eftir avtalu millum partarnar. Hann fær løn fyri apríl og mai + 6 vikur í uppspardari feriu, sum stovnurin Húsið rindar. (Mánaðarlønin er kr 36.667,-)
https://nordlysid.fo/upload/tinymce/d8bce233b57d2a9b309f6b68d4fab327cdb2b665.pdf
01/04–2018 Verður Beinta Gregersen sett í leiðarastarvi í kommunala stovninum Húsið.
19/04-2018 Verður Setunarskriv til sáttmálasett.. undirskrivað millum nýggja stovnsleiðaran, Beinta Gregersen, og Klaksvíkar Kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til 1. Mai 2019.
03/05-2018 Klaksvíkar Býráð 2. Viðgerð
08/05-2018 Undirskrivað Borgarstjórin, kommunustjórin og egigarin av Spaniastovu undir avrikssáttmálan.
https://nordlysid.fo/upload/tinymce/fcfd1691800de6844fc4bc1f2c65aaeec5a69f6a.pdf
Samstundis rindar kommunan við eykajáttan tvey mánaðargjøld á kr. 44.167,- tilsamans kr. 88.334 til felagið hjá fyrrverandi stovnsleiðaranum.
Harafturat far fráfarni stovnsleiðarin kr. 73.334,- í løn + 6 vikur í uppspardari feriu sambært avtalu.
Les meira her