Gamla Klaksvík - ein søguligur mentanardepil
Seinnu árini eru klaksvíkingar og onnur vorðin von at ganga til mentanartiltøk av alskyns slag í hugnaligu hølunum í gamla einahandilsbygningum í Klaksvík, og hesi verða nú løgd í trygga legu við avrikssáttmála millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu.
Spaniastova hevur afturvendandi verið karmur um minnisverdar konsertir, fyrilestrar og onnur tiltøk í hópatali. Eitt nú var Spaniastova karmur um vælumtókta Gittartingið, sum herfyri varð heiðrað sum ársins tónleikaátak, tá árligu tónleikavirðislønirnar FMA vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum.
Gittartingið er bert eitt av fleiri dømum um virðisskapandi tiltøk, sum lyfta upp mentanarliga lívið í Norðoyggjum; nógv annað er somuleiðis sprottið úr stórum áhuga og ídni hjá fyriskiparunum, og nú verða stig tikin til at uppraðfesta virksemið í økinum, fyri at leggja tiltøkini og harvið mentanarliga útboðið í økinum í eina støðuga og trygga legu komandi árini.
- Spaniastova er ein dýrabar perla fyri mentanarlívið í Klaksvík, og virksemið byggir á eitt stórt ídni og áhaldni hjá fyriskiparunum, sum javnan forkela okkum øll við tiltøkum og framførslum, sum blása lív í mentanarpallin í Klaksvík og Føroyum sum heild. Við at gera avrikssáttmála millum kommununa og Spaniastovu kunnu vit leggja virksemið í eina fasta legu og harvið stuðla tí áhugabygda grundarlagnum, sum bæði er virðismikið og virðisskapandi fyri okkum sum kommunu og lokaløki, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.
Oddamaðurin sær markleysar møguleikar
Jógvan Andrias Joensen hevur verið oddamaður og stigtakari í Spaniastovu seinastu mongu árini, og uppraðfestingin av hesum økinum merkir sostatt, at hann burturav fer at starvast við Spaniastovu, við tí fyri eyga at víðarimenna og skapa enn fleiri mentanarupplivingar til borgarar og vitjandi.
Avrikssáttmálin millum kommununa og Spaniastovu inniber millum annað, at Spaniastova skal skipa fyri konsertum, evnisdøgum fyri nýggjar tónleikabólkar og ung, framførslum av ymsum slag og fyrilestrum, skeiðum, temakvøldum og líknandi.
- Umhvørvið og møguleikarnir í søguliga bygninginum eru nakað heilt serligt, og við góðum samanhaldi og samstarvi hava vit fleiri ferðir megnað at savnað rættiliga nógv fólk saman, so her eru óendaligir møguleikar og spennandi ting at arbeiða víðari við, og tað gleði eg meg ótrúliga nógv til at fara í holt við, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum eisini sær stórar møguleikar í samstarvi og samspæli millum ymsu mentanartilboðini í býnum og økinum.
Samansjóðar Spaniastovu og Fornminnissavnið
Umframt ymsu mentanartiltøkini í Spaniastovu, húsar sami bygningur eisini Norðoya Fornminnissavni, og Andras Sólstein, savnsleiðari, letur væl at samstarvinum millum savnið og Spaniastovu. Tiltøkini á staðnum eru við til at lata økið meira upp fyri almenninginum og skapa lív, sum harvið varpar ljós á hetta serliga søguliga umhvørvið kring Klaksvíksgarðin, og í næstum er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikar og fortreytir fyri at skipa samlaða virksemið undir ein felags bygnað.
Ein týðandi partur av vakstrarætlanini, sum varð gjørd fyri kommununa í 2011, og sum higartil hevur verið fylgd miðvíst og hevur skapað støðugan fólkavøkstur, var at uppraðfesta upplivingarvinnuna og harundir mentanartilboð, og tað er samansjóðingin av tilboðunum kring Klaksvíksgarðin eitt frálíkt dømi um.
Somuleiðis kann hetta vera við til at menna mentanarlívið og samstundis vera liður í tilvenjingini til nýggju møguleikarnar, sum koma við Mentanarhúsinum, tá tað verður tikið í nýtslu um nøkur ár.
Avrikssáttmálin millum Spaniastovu og kommununa fevnir um fimm ár og kemur í gildi 1. apríl.