Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ósamsvar millum løgfrøðiligt notat og “avrikssáttmála/samtykt” hjá Klaksvíkar Býráð

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.01.2019 - 11:31 Politikkur Tíðindi

Í innlitstilfarinum, sum Norðlýsið fekk í samband við at kommunan fíggjarliga tryggjaði felag hjá fráfarandi kommunalum stovnsleiðara, sæst at týðandi ósamsvar er millum løgfrøðiligt notat frá kommunala løgfrøðinginum og “avrikssáttmálan”, sum borgarstjórin, kommunustjórin og fráfarandi stovnsleiðarin undirskrivaðu.

Í býráðssamtyktini, sum er grundarlag fyri sáttmálanum stendur at lesa, at tað var beinleiðis samskiftið ímillum politisku skipanina, umboðað av borgarstjóranum Jógvan Skorheim og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, virkandi trivnaðar nevndarforkvinnu og kommunalan stovnsleiðaran fyri Húsið sum eisini er stjóri og eigari av smápartafelagnum Leikar í Lund og felagnum Spaniastova.

Hesar samráðingarnar eru grundalag fyri sáttmálanum og býráðssamtyktini, sum loysir kommunala stovnsleiðaran úr starvinum í ungdómshúsinum “Húsið” og setur hann í fulltíðarstarv í felagnum hjá stovnsleiðaranum, samstundis sum kommunan bindir seg at rinda løn, leigu, stuðul til tiltøk, nýggja skrivstovu, sentralhita/isolatión av Spaniastovu, innrætting av høli, uppstiga atkomumøguleikar og kringumstøðurnar.
 
 
844 dagar millum løgfrøðiliga notati og “avrikssáttmálan”
Tað hevur ikki verið møguligt at fingið viðmerkingar frá teimum sum undirskrivaðu sáttmálan ella frá løgfrøðinginum sum skrivaði løgfrøðiliga notati, sum var gjørt av innanhýsis løgfrøðinginum hjá kommununi.
Men tað fellur í eyguni at tað eru fleiri punkt sum ikki samsvara tá hugt verður nærri at sáttmálanum og løgfrøðiliga notatinum.
M.a. var løgfrøðiliga notatið skrivað heilar 844 dagar áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.
Tann 15. januar 2016 verður notati skriva av løgfrøðinginum og tvey ár, tríggjar mánaðar og 23 dagar seinri verður sáttmálin undirskrivaður.
 
Ikki ein avrikssáttmáli.
Joan Hendrik Svabo Samuelsen, løgfrøðiligi ráðgevin hjá Klaksvíkar Kommunu skrivar:
 
.... Avrikssáttmálin er aloftast gjørdur millum eitt Aðalráð og undirliggjandi stovnar ella t.d. innanhýsis á stovninum t.d. kommunan avrikssáttmála við t.d. teknisku deild..
Avrikssáttmálin er oftast ein ætlan hvat deildin/stovnurin setur sær sum mál komandi árið hvat visjónin er. Og hvar áherðslan verður løgd á, fyri tíðarskeiðið avrikssáttmálin er galdandi.......
.... Sum eg lesi hetta konseptið ætlar KK at gera ein sáttmála við Spaniastovu, galdandi í 3 ár. Endamálið er at styrkja Spaniastovu sum mentunnardepil. Ein orsøk til, at man júst hevur valt Spaniastovu er, at har longu frammanundan er nógv mentunnarvirksemið......
.... Hugtaksmessiga sæð, meti eg at vit tosa um ein (vanligan) sáttmála, ikki avrikssáttmála.....
 
Fíggjarligt ósamsvar
Løgfrøðingurin, sum skrivar notati, nevnir at “.... talan er um eina upphædd á kr. 300.000,- árliga.....

Tað vil siga at stuðulsupphæddin sum løgfrøðingurin tekur støðu til er tilsamans kr. 900.000,- sum skal rindast yvir trý ár.
 
Í býráðssamtyktini stendur at lesa:
 
.... lønarútreiðslan saman við øllum tilhoyrandi gjøldum til Jógvan Andrias Joensen (Red. Sum kommunalur stovnsleiðari) er kr. 36.667,- um mánaðin.
Avtalað er við Jógvan Andrias at hann fær løn í tveir mánaðar í samband við fráferð úr kommunala starvinum..... + umleið 6 vikur í uppspardari summarferiu. Hendan útreiðslan verður borin av Húsinum (Red: Húsið er kommunalir stovnur).
Lagt verður upp til at árliga gjald kommununnar sambært avrikssáttmálan við Spaniastovu verður kr. 530.000 kr, ella kr. 44,167,-  um mánaðin forút.....
 
Omanfyrinevnda árliga upphædd er samansett av hesum upphæddum:
Grundupphæddin í avrikssáttmálanum 450.000 kr.
Mettar útreiðslur fyri leigu v.m. 50.000 kr. (Red: Leigan felagið Spaniastova rindar Fornminnafelagnum er sostatt minni enn kr.4166,66 um mánaða tá tað er greitt at hetta talið eisini inniheldur aðrar útreiðslur)
Mettar útreiðslur fyri tiltøk v.m.  (verandi avseting) 30.000 kr.
Samanlagt 530.000 kr.....
 
Sáttmálin er munandi meira verdur enn krónutalið, sum kommunan bindur seg at rinda beinleiðis fyrrverandi kommunala stovnsleiðaranum. Í býráðssamtyktini verður sagt:
 
..... umframt hendan avriks-sáttmála er avtalað við Jógvan Andrias Joensen um, at kommunan skal viðvirka til at tryggja Spaniastovu tryggar leigukarmar.
Somuleiðis eru báðir partar samdir um í felag at virka fyri at dagføra hølisumstøðurnar í og kring Spaniastovu við atliti til eitt nú hesi viðurskifti: útvegan av arbeiðshøli/skrivstovu, flyting av trappu úr Spaniastovu í eitt uttari høli, backstage, betran av hitaviðurskiftunum (Red: Spaniastova hevur ongan sentralvarma), betran av at komu og í samráð við eigaran at útvega betur hóskandi staðseting til grillbúðina sunnan fyri Handilsbygingin úti í Klaksvík.
 
Í býráðssamtyktini stendur harumframt at lesa at eitt smápartafelag “Leikar í Lund” hjá kommunala stovnsleiðaranum, sum rekur ein handil í sunnara enda í bygninginum hjá Norðoya Fornminnafelag, hevur undanfarin ár fingið árliga 30.000 kr. um árið í stuðli frá kommununi.
Í býráðssamtyktini kann lesast at stuðulin hjá smápartafelagnum “Leikar í Lund” nú verður umlagdur til Felagið “Spaniastova” sum stovnsleiðarin eisini rekur og eigur.
 
Fyri at fáa málið framt og sáttmálan aktiveraðan samstundis sum stovnsleiðarin fór úr kommunala starvinum, samtykti býráði eina eykajáttan í 2018 á kr. 367.500 undir heitinum “Stuðul til mentan”.
 
Notati frá Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen nevnir at samlaði stuðulin hjá kommuni verður 900.000 kr. býtt yvir trý ár. MEN sáttmálin og býráðssamtyktin binda býráðið at rinda kr. 2,65 mió. kr. í fimm ár umframt at kommunan skal bera allan kostnaðin av omanfyri nevndu íløgum í Spaniastovu.
 
Býráðssamtyktin samantvinnar tvey ymisk mál
Í býráðssamtyktini (endaliga samtykt 3. mai 2018), sum er grundarlag fyri sáttmálanum (undirskrivaður tann 8. mai 2018) við Spaniastovu, verða tvey fullkomuliga  ymisk mál samantvinnaði men hetta ivamálið umrøður løfrøðiliga notatið als ikki.
 
....  somuleiðis er Jógvan Andrias sjálvur áhugaður í eini umskipan, sum inniber, at hann fer úr starvi hjá Klaksvíkar Kommunu og burturav fer at starvast við Spaniastovu.....
.... við støði í hesum (Red: At stovnsleiðarin ferð úr kommunalum starvið og flytur í fulltíðarstarv í egnum privatum Firma) hevur umsitingin – í samráð við politisku leiðsluna – kannað møguleikarnar og gjørt eitt uppskot til avrikssáttmála  við Spaniastovu ... galdandi frá 1. Apríl 2018 (Red: Afturvirkandi).....
 
 
Býráðið brotið lógina?
Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen, skrivar í niðurstøðu síni soleiðis:
 
... Eg meti ikki at tað er ímóti regluverkinum at gera ein sáttmála við Spaniastova, áljóðandi hesa upphæddina (Red: 900.000 kr.).....
....Eg meti heldur ikki talan er um stuðul til einkultpersónin, Jógvan Andrias Joensen, sum jú ikki er lógligt.....
 
Sum sagt fáa vit ikki viðmerkingar frá pørtunum og tí vita vit ikki hvat tað er fyri ein løgfrøðiligur spurningur sum løgfrøðingurin umrøður í notatinum. Men av tí at hálvt annað ár er millum notatið og býráðssamtyktina/sáttmálan, og omanfyri nevndu ósamsvar millum notati og undirskrivaða sáttmálan/býráðssamtyktina, er sannlíkt at Jóhann Hendrik Svabo Samuelsen als ikki umrøður undirskrivaða sáttmálan ella býráðssamtyktina.
 
Harafturat er sáttmálin gjørdir við “Felagið Spaniastova” sum ikki er skrásett í nakrari almennari skipan, sum fjølmiðlar hava atgongd til. Tískil er trupult at tulka málið ørvísi enn at baði sáttmálin og býráðssamtyktin um handlar "ein persón".
 
Sí annars niðurstøðu hjá Bjørn á Heygum advokati HER, sum hevur lisið baði sáttmálan og býráðssamtyktina.
 
Larmandi tøgn
Sum sagt so er enn eingin viðmerking komin frá nøkrum av pørtunum, hóast Norðlýsið skrivaði søguna  fyri meira enn eini viku síðan.
Vit ringdu til kommunala eftirlitið at spyrja um viðmerking, men har var víst til fíggjardeildina í Fíggjarmálaráðnum, sum sambært hemasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum umsitur “Kommunal fíggjarmál, fíggjarlóg, alment innkeyp, roknskaparverk, grannskoðan…”
 
Men her var sagt at hóast talan er um eitt sera áhugavert mál, sum tey ikki høvdu sæð áður, fóru tey einki at gera við málið.
- Vit ivast í hvat hetta málið kemur undir og vanliga viðgera vit bara kommunuroknskapir og um ymisku játtanirnar hjá kommunum samsvara við lógvarverk. Vit fara ikki inn í fíggjarmál, uttan so at onkur kærir til fíggjarmálaráðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað