Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýggjari aftur - og nøkur brúgvaløg við regni fara at leggja leiðina framvið hjá okkum næstu dagarnar. | Mynd: Trover

Veðrið næstu dagarnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.02.2019 - 12:01 Tíðindi Veðrið

Høgættin liggur í dag og í nátt afturat.

Fyrrapartin í morgin vendir luftrakið til suðurættir, og fleiri regnøki fara fram við Føroyum næstu dagarnar.

Tað er framvegis eitt sindur av vindi í dag av norði, 10 til 15 m/s – hetta eru restirnar av storminum seint fríggjakvøldið. Vindurin er minkaður ógvuliga spakuliga í gjár og í nátt. Minkingin heldur á í dag. Á midnátt er vindferðin komin niður í 5 til 10 m/s. Turt í dag, og hitin liggur um 0 til 3 stig.

Í nátt minkar vindurin enn meiri – ein hátrýstryggur leggur seg yvir Føroyar – í morgin ári eru undir 5 m/s úr ymsum ættum.

Út á fyrrapartin í morgin fer ættin niður í vesturhallan sunnan, og út á seinnapartin fer vindurin at veksa. Um nátturðatíð er vindferðin 10 til 15 m/s, og tað fer at regna. Hitin í morgin fer at liggja um 4 til 7 stig.

Týsnátt og -morgun verður framvegis vátt. Tað fer slíta í út á seinnapartin. Ættin týsdagin fer at liggja um útsynning; vindferðin 10 til 15 m/s – í løtum 13 til 18 m/s. Hitin týsdagin 4 til 8 stig.

Mikudagin útsynningur-sunnan, 13 til 18 m/s, sum minkar út á dagin til 10 til 15 m/s. Tað fara at vera lætur við regni, og hitin fer at liggja um 5 til 9 stig.   

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð