Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óluva spyr Sirið um innsavnan og skráseting av staðarnøvnum

SKRIVAÐ: Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi  |  12.02.2019 - 20:34 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í umhvørvismálum, Sirið Stenberg

 

Viðvíkjandi innsavnan og skráseting av staðarnøvnum

 

1.     Er møguligt at veita innsavnarum av staðarnøvnum kring landið eina betri tænastu at savna inn og skráseta staðarnøvn, nú kortmyndugleikin er komin á føroyskar hendur?

 

Innsavnan og skráseting av staðarnøvnum er arbeiði, sum fer fram so at siga um allar Føroyar. Vit lesa stundum um stuðul, kommunur lata einstaklingum til tess at fáa savnað inn og skrásett staðarnøvn. Bøkur koma út, og heimasíður verða gjørdar. Hetta eru einstaklingar, ið hava áhuga fyri hesum og eru góð við sína heimrust, sín býling, sina bygd og sína oyggj frá fjøru til fjallatind.

Og hetta arbeiðið ber somuleiðis boð um, at tíðin er komin at savna saman, tí annars forferst hesin ríki arvur, sum liggur í staðarnøvnum. Helst troyta vit ikki náttúruna á sama hátt, sum forfedrar okkara gjørdu, tá menniskjan var tættari knýtt náttúruni í gerandisdegnum.

Ikki bert einstaklingar, men eisini myndugleikar hava eisini gjørt drúgt arbeiði, bæði á Matrikulstovuni og á Fróðskaparsetri Føroya, einahelst Eivind Weyhe, lektari.

Tað tykist sum fólk hvør í sínum lagi úti um landið granska og fáa til vega kort og tilfar, ið mangan kostar fitt av peningi.

Staðarnøvn at hava ómetaliga stórt virði, og farast hesi fyri skeytið, so verða tey burtur fyri allar tíðir. Nú kortmyndugleikin er komin á føroyskar hendur, so átti tað at borið til at fingið eina betri tænastu við at leggja myndir og kortleggingar út til brúkarar, sum so lættari, hugaligari og bíligari fáa gjørt hetta týdningarmikla arbeiðið, sum innsavning av staðarnøvnum er

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur