Lýsing
Lýsing
Løgmansflokkurin minkar eftir øllum at døma bæði í Løgtingi og í Landsstýri | Mynd: Oliver Joensen

Landsstýrið verður umskipað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.02.2019 - 10:09 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið skilir á keldum í politisku skipanini, at Landsstýrið møguliga verður umskipað í dag

Tíðindini eru enn ikki váttað, og skulu tí sjálvsagt takast við fyrivarni, men sum blaðið skilir, eru ikki ætlanir um at Javnaðarflokkurin skal varðveita landsstýrissessin í mentamálum. Áður hevur verið róð framundir, at Framsókn skuldi hava hendan sessin, og Hanna Jensen hevur verið nevnd sum eitt gott boð uppá landsstýriskvinnu.

Men nú siga keldur hjá Norðlýsinum, at tað helst verður Tjóðveldi, sum fær sessin, og møguleikin fyri, at tað verður Óluva Klettskarð, ið fær mentamálaráðharrasessin, er nevndur.

Hetta hongur sjálvsagt saman við, at Tjóðveldi nú er størsti flokkur, men merkir somuleiðis, at Framsókn framvegis onki hevur fingið afturfyri at hava mist forkvinnusessin í Fíggjarnevndini. Hvussu løgmaður so ætlar at loysa tann trupulleikan, siga søgurnar onki um.

Norðlýsið fylgir málinum tætt og roynir at fáa tíðindini váttað sum skjótast. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð