Lýsing
Lýsing
Mynd av næmingum á Tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík | Mynd: tsk.fo

Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftursvar til Magna á Lakjuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2019 - 23:46 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Við at lesa lesarabrævið hjá Magna á Lakjuni, undirvísingarstjóra á Glasi, fær man fatanina av, at undirritaði og Óluva Klettskarð skulu hava sett spurnartekin við teirra førleikar, orku og umstøður at útbjóða Tøknibreyt. Øll munnu vita, at Glasir hevur sera góðar umstøður og førleikar. Tað er bara als ikki tað, trupulleikin snýr seg um.

Tá vit fóru undir at byggja landið saman við undirsjóvartunlum, so var eitt høvuðsendamál, at tað skuldi vera lættari at koma til og frá. Sjálvandi ikki bert til Havnar frá øðrum plássum, men eins væl úr Havn og til hini plássini. Tann dýrasti av teimum undirsjóvartunlunum er framvegis í gerð. Tað hevði verið at mótarbeitt tí samfelagsgongdini, um vit áhaldandi stovnaðu útbúgvingartilboð, sum longu vóru við ein tunnilsmunna, við hin tunnilsmunnan eisini.

Í Klaksvík hava vit eisini merkt tað, at landið ikki metir seg kunna hava tvey eins góð tilboð báðu megin undirsjóvartunnilin. Føðideildin í Klaksvík varð niðurløgd 5 ár eftir at Norðoyatunnilin læt upp, og barnakonur skulu í dag til Havnar at eiga síni børn. Tað var sjálvandi ein herskin biti at svølgja, men tað er ein veruleiki, vit í dag mugu liva við. Og ein trupulleiki, sum hóast alt verður minni, tá Skálafjarðartunnilin letur upp.

Í løtuni eru og verða tvær risastórar íløgur gjørdar í ávikavist útbúgving og samferðslukervið. Onnur er Glasir og hin er Skálafjarðartunnilin. Her eiga vit at fáa tað besta burturúr báðum. Og tað fáa vit ikki, um Glasir fer at seta á stovn eina nýggja útbúgving, sum longu finst einans 35 minuttir burturi. Tá fáa vit ikki tað besta burturúr Glasi, og eiheldur tað besta burturúr Skálafjarðartunlinum. Vit fáa einans tað sama, sum vit hava í dag, bert spjatt út á tvey ymisk pláss við stuttari frástøðu ímillum.

Vil Glasir bjóða sínum ungdómi fleiri útbúgvingartilboð, so eigur heldur at verða brotið upp úr nýggjum og okkurt sett teimum í boði, sum ikki er í boði frammanundan. Tað er heilt víst, at tá fer ongin í útjaðaranum at mótmæla, og landsmyndugleikarnir fara eisini heilt víst at vísa størri vælvild tá.

Orsøkin til, at uppskotið frá Glasi møtir so stórari mótstøðu, hevur onki við “forhánisliggerð” av teirra førleikum at gera, sum Magni á Lakjuni vil vera við, men hevur við tað at gera, at tað gongur ímóti tankanum aftanfyri ígongdverandi samferðsluútbyggingarnar og samfelagsmenningina, at ein dupultfunktión afturat nú ynskist stovnssett.

Tað er ikki rætt av Glasi at brúka orku uppá at menna tilboð, sum longu finnast í dag, tí tá hevur man ikki flutt Føroyar frameftir á útbúgvingarleið, tá tilboðið er klárt. Tá hevur man einans gjørt meira av tí sama. Og tað er ivaleyst orsøkin til, at Mentamálaráðið hevur vent tumlinum niður heilar fýra ferðir. Føroyar hava ikki so stóran tørv á meira av tí sama.  

Verður orkan í staðin brúkt til at skapa okkurt nýtt, so kemur bæði forstáilsi og vælvild av sær sjálvum, eins og mótstøðan minkar burtur í nærum onki. Og so koma eisini fleiri næmingar til Glasir ígjøgnum Skálafjarðartunnilin.

Lat okkum fáa tað besta burturúr báðum íløgunum. Bæði burturúr Glasi  og Skálafjarðartunlinum. Og ikki minst burturúr tí góðu íløguni, sum Tøknibreytin í Klaksvík bæði var og er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…