Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Starvsnevndin í FSF óbroytt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.02.2019 - 23:40 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 16. februar varð árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn. Umboð fyri øll átjan feløgini tóku lut á fundinum, sum vardi í góðan hálvan fjórða tíma.

 

Tað fyrsta, ið henda, var at fundarfólkið mintist Jegvan Martin Eliasen úr Fuglafirði, sum andaðist í 2017. Jegvan Martin var við til at seta FSF á stovn, og sat í nógv ár í dómsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Umboð fyri UEFA vitjaði á aðalfundinum hesaferð. Valentina Mercolli bar fram eina heilsan frá europeisku fótbóltssamgonguni, og síðani varð fundarstjóri valdur, og formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2018 løgd fram og samtykt. Úrslitið í fjør gjørdist eitt yvirskot á góðar 400.000 krónur.

 

Val til starvsnevndini var eisini á skránni, og fyri fyrstu fer í nógv ár var talan um stríðsval. Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen stóðu fyri vali hesaferð. Allir tóku við afturvali, men harafturat vóru Jákup A. Olsen, Sonni L. Petersen og Steinfinnur Mittelstein eisini uppstillaðir.

 

Atkvøðugreiðslan endaði við, at Kristmund Johannessen, Jógvan Páll Joensen og Fróði Danielsen fingu flestar atkvøður, og vórðu sostatt afturvaldir.

 

Nýggir varalimir til starvsnevndina skuldu eisini veljast. Uppstillaðir vóru Oddmar Selfoss, Jákup A. Olsen, Steinfinnur Mittelstein og Eyðun Dalsgarð. Úrslitið gjørdist, at Oddmar Selfoss er 1. varalimur, meðan Jákup A. Olsen er 2. varalimur í starvsnevnd FSF’s næstu tvey árini.

 

Tá klokkan nærkaðist hálvgum fimm takkaði FSF-forsetin, Christian F. Andreasen fyri ein góðan og siðiligan fund, og síðani varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð