Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl ger comeback

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2019 - 14:29 Politikkur Tíðindi

“Hetta áttu allir politikarar at gjørt”, sigur Johan Dahl, og sipar til, at hann hevur verið burtur frá politikkinum og úti í vinnulívinum hetta valskeiðið. Royndi vágbingurin heldur, at politikarar einans áttu at kunnað sitið 2 valskeið upp í slag. Johan Dahl verður at finna á listanum hjá Sambandsflokkinum, Lista B, til komandi løgtingsval.

“Eg havi nógv at bjóða sambandspolitikkinum”, sigur Johan Dahl. Hann fegnast um, at nógv av hansara politikki, sum kanska ikki var so populerur, meðan hann sjálvur sat, nú hevur fest rót og ongin vil av við hann aftur. Her sipar hann fyrst og fremst til tilfeingisgjaldið, sum var illa umtókt, tá tað kom, men har tað nú einans er støddina av tí, politiska skipanin diskuterar.

Um tíðina uttanfyri politikk í eitt valskeið sigur hann, at tað var tiltrongt, og at allir politikarar áttu at gjørt tað sama. “Man livir í eini ostaklokku, tá man er í politikki”, sigur Dahl, og leggur afturat, at tað er lætt at missa sambandið við meiniga veljaran, tá man einans er á bonaðu gólvunum við Tinghúsvegin.

At taka eitt tíðarskeið burtur frá ger, at man fær sæð tingini í einum fuglaperspektivi, samstundis sum man fær íblástur frá veruliga arbeiðslívinum. Heimurin er í støðugari broyting, og fyri at kunna vera við í fremstu røð á flest møguligum økjum, er neyðugt at vita, hvat rørir seg. Hesa vitanina fær man við at vera í vinnuni, sigur Johan Dahl, og leggur afturat, at hesa tíðina uttanfyri politikk hevur hann lagt merki til, at Føroyar hava heilt mong vælútbúgvin, dugnalig fólk, ið eru ágrýtin eftir at skapa okkurt.

“Úti í bæði vinnulívinum og samfelagnum annars finst nógv vitan, sum kann flyta okkum framá og skapa vøkstur og menning”, sigur hann, og uppgávan hjá politikarunum er so at gera nýtslu av hesi vitan og brúka hana aktivt og málrættað í samfelagsmenningini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð