Lýsing
Lýsing
Lýsing

Søgur av Flemmish Kap

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.02.2019 - 16:18 Mentan Tíðindi

Mortan Johannesen, skipari – Mortan hjá Andriasi greiðir í kvøld frá trolveiðu, sum tók seg upp í Golfinum við Bellsundið, teir róptu - við tað vestasta av New Foundlandi.

Vit sita báðir Mortan Johannesen og undirritaðu og práta um ymiskt í hugnaligu stovuni í Føgru líð, sum rennur framfyri Mortan hjá Adrias í Hvannasundi.

 

Hans Hedtoft

Síðst í januar mánaða í ár var Mortan saman við øðrum føroyingum í Keypmannahavn á minningarhaldi í Holmens Kirke í sambandi við, at tað nú eru 60 ár síðani, at danska skipið, Hans Hedtoft, gekk burtur við mann og mús á jomfrúferðini úr Grønlandi til Føroya. Tveir føroyingar sjólótust eisini.

Hesa somu nátt var Mortan við Fiskanes, ikki so langt frá Hans Hedtoft, og vísti Mortan fram ein vakran tendrara, sum hann hevði fingið, eins og hinir av manningini á Fiskanes, fyri at hava verið við til at leita eftir Hans Hedtoft hesa ódnarnátt fyri 60 árum siðan.

Mortan Johannesen greiddi frá, at fyri hann hevði hetta minningarhaldið verið ein serstakur og kensluborin dagur – at minnast tey, ið fórust fyri 60 árum siðan.

Ein dani slapp ikki við Hans Hedtoft

Tað var nemandi at tosa við ein dana til minningarhaldið, sum stillførur greiddi Mortani frá, at hann stóð á ferðamannalistanum og hevði goldið fyri ferðina. Men vegna tað, at ein kona stutt frammanundan varð innløgd á Sjúkarhúsinum í Julianehåb, varð avgjørt, at hon skuldi flytast til Keypmannahavnar at fáa heilsubót. Tí slapp hesin maðurin kortini ikki við Hans Hedtoft, sum so gjørdist hansara bjarging, og konan vann ikki boð í bý.

Henda hendingin hevði tó fylgt hesum manni síðani, og var hann glaður fyri høvið, at kunna seta orð á hendingar til hetta minningarhaldið, sum vanliga ikki varð tosað so nógv um.

Mortan var settur frammalaga í Holmens Kirkju, sum ein av teimum fáu av manningini á Fiskanes, ið enn eru á lívi. Mortan var tá bert 16 ára gamal, tá teir henda túrin leitaðu eftir Hans Hedtoft.

 


Tríggir av manningin á Fiskanes eftir

Hinir, ið eru eftir, eru Absalon Absalonsen úr Vági, Petur Oluf Hansen, sum henda túrin var messur - bert 15 ár gamal. Petur Oluf er ættaður úr Fuglafirði og var beiggi Brynleif Hansen. Hans Pauli Johannesen var skipari og var av ringasta veðri við nógvum ísi hendan túrin, so hjá Fiskanes var als ikki vandaleyst at leita í hesum veðri.

Ein týskur trolari, Johannes Krüss, var eisini nær hjá Hans Hedtoft og var við í leitingini. Men Hans Hedtoft kláraði ikki samanstoytin við eitt ísfjall, ringa veðrið og kuldan. Øll manningin, fórust henda dagin, 30. januar 1959, beint fyri kl. tvey um dagin. Manningin taldi 40 og 55 ferðafólk.

 


Skottini brotnaðu

Mortan Johannesen tekur afturí aftur, at trolararnir, sum vóru á ísfiskaveiðu her, vóru ikki egnaðir til hetta veðurlagið við nógvum ísi. Fiskanes kom hesa náttina inn so nógvan ís, at skottini í lastini brotnaðu í ísbrotunum, so linir vóru hesir trolarnir – ikki tí, kanska til tað betra í summum førum.

Í 1955 fórust tveir skotskir trolarar  á Halanum í Grønlandi, Rodorico, Lorella – yvirísaðir og koppaðu, tí royndu onglendingar at selja hesar bátarnar, sum føroyingar ofta keyptu. Teir vóru fyri tað mesta nýttir á ísfiskaveiðu um veturin.

 


Fýra trolarar í 1955

Mortan greiðir frá, at í 1955 komu fýra bátar  - Fiskanes, Gullberg, Jógvan Elias Tomsen og Jóannes Fonsdal.

Tó, føroyingarnir fingu tað at bera til, tí teir fóru í saltfisk, sum teir vóru keyptir uppá. Tá kundu teir fiska inn at trimum fjørðingum og við Grønland var at kalla einki fiskimark.

Í vetrarhálvuni vóru trolarnir í fyrstuni til ísfisk  – desember, januar, februar og mars. Síðani varð tað berandi saltfiskur, tí tá var man ikki so bundin av longd av túri, men skuldu skipini bara hava uppí lastina. Leiðirnar vóru í felsum førum við Ísland, nakað við Grønland og eisini Barentshavið.

 


Ísfiskurin skiftandi prís

Ísfiskurin gav ov lítið, og var marknaðurin svingandi, alt í mun til hvussu nógvur fiskur var og longdin av túrinum eisini. Og leggur Mortan afturat, at um kavi var í Onglandi/Skotlandi, so var prísurin lágur, tí tá var ikki komandi til og frá marknaðinum hjá keyparunum.

Sum frálíður gerst tað tyngri at fáa ísfiskaveiðuna at hanga saman fíggjarliga, tí tað var langt at sigla og flestu trolarnir vóru damptrolarar og brúktu nógva olju. Samstundis var prísurin svingandi. Við saltfiskinum var prísurin merira javnur.

Síðst í 50-unum komu Portugalstrolararninr Leivur Øssursson (1959), Ólavur Halgi (1959) og Vágbingur (1960). Brandur Sigmundarson kemur 1960 og Magnus Heinason í 1961. Magnus Heinason er síðsti síðutrolarin, sum verður bygdur til Føroya.


Nýggjar leiðir

1961 verður eitt skifti - Poul Hansen-menninir (Poul Hansen og synir, sum áttu Kimbil) keypa 17. mars 1960 Barnadur Signumdarson, sum Andrias í Hvannasundi, pápi Mortan verður skipari á. Poul Hansen átti ein son, Jákup Hansen, sum búði og arbeiddi vegna Fiskasøluna í Spania. Hann hevið gott samband við m.a tey sponsku og fronsku reiðaríini.

Fraklendingar og spaniólar høvdu tá fiskað nógv eftir kríggið við troli í Golfinum, ella Kanadiska Flógvanum –  við tað vestasta av New Foundlandi, við Bellsundið, teir róptu.

Hugskotið kemur frá Jákup Hansen, um eisini at fáa føroyingar at royna hesa leiðina. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí hetta var nýggj leið og samskiftið var vánaligt millum lond, so tí máttu teir nøkurlunda líta á hvar fraklendingar og aðrir fiskaðu og fylgja teimum eftir.

 


Ongar avmarkingar

Tá vóru heldur ikki so nógvar avmarkinga sum nú, viðv. hvar man kundi fiska – Ja, vit fiskaðu heilt inni í brimið, greiðir Mortan frá. Einasta krav frá myndugleikunum, tá ið bátarnir komu inn í New Foundlandi var, at manningarnar skuldu hava koppanarváttan, men tað hevði eingin.

Andrias í Hvannasundi, skipari, vísti teimum tuberklakortið, sum ein lækni hevði skrivað undir, so var alt leyst og liðugt, smílist Mortan við.

Fiskaríið tók seg upp í Cape Breton kantinum og varð rættiliga gott. Men tó var rættiliga nógvur smáur fiskur uppi í, so stórar nøgdir fóru útaftur. Eftir hálvum øðrum mánaða høvdu teir fingið 300 tons, so hetta var ein betri byrjan, enn teir høvdu torað at rokna við, sigur Mortan hjá Andriasi frá.

Flemmish Kap lá á leiðini til og frá fiskarínum í Flógvanum, og ávegis høvdu teir ofta post við til skipini á Flemmish Kap.

 


Tríggir trolarar yvir í Flógvan

7. januar kl. 21 á kvøldið í 1962 fara tríggir bátar yvir í Flógvan. Hesir vóru Vágbingur, Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason, og fylgjast teir allir og høvdu eygnasamband alla leiðina yvir. Leiðin lá beint aftur í Cape Breton kantin at fiska. Allir bátarnir fingu uppí eftir minni enn trimum mánaðum, so her varð ein nýggj fiskileið funnin.

Hetta opnaði eisini møguleikan fyri ikki at fara á ísfiskiskap um veturin, tí saltfiskurin loysti seg betri og var meira støðugt fiskarí. Sum sagt uppstóð her ein nýggj leið, tí sum fráleið fóru allir teir stóru trolarnir hesa leiðina og har umvegir, sum bar seg. Og veturin gørdist en góð fiskitíð eisini.

Í 1976 var tann tá nýggi Sjúrðaberg tann seinasti trolarin, sum var á hesi leið, tí kanadiarar tá stongdu fyri Føroyingum at fiska her.

Jú, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi hevur nógv at siga frá og fer framløgan einamest at snúgva seg um fiskaríiðí Flóvanum - Hóskvøldið 21. februar kl. 19.30 í Spinnarínum.

 

Hvar:   Spinnaríið

Nær:   Hóskvøldið

21. februar kl. 19.30

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5