Lýsing
Lýsing
Lýsing

Levi til Torra-Kafé í Betesda

SKRIVAÐ: Dávur Winther (Orð og myndir)  |  21.02.2019 - 17:08 Mentan Tíðindi

Levi greiddi frá uppvøkstri sínum á Vágsheygnum, og um at hann var illa tikin av staming, men fór til Danmarka at fáa bata fyri hetta sum smádrongur – Honum longdist illani heim, men stytti sær stundir við at skjóta við elastikki eftir flugum, sum hann bleiv rættiliga góður til.

Síðani var stórsti parturin sjálvandi um sjólívið. Um tá ið hann á vári 1958 hevði mynstrað við Skálanesi at fara á Suðurlandið við gørnum. Tvey ár framman undan hevði hann avloyst beiggja sín, Óla Joensen, ið var skipari á Skálanes, og var hann tá bert 22 ára gamal sum skipari á fyrsta sinni.

Men nú tvey á seinni fekk hann boðið skip at føra, Kyrjastein í 1958. Hetta var spennandi at royna hjá einum 24 ára gomlum unglinga og væl gekk - teir fiskaðu væl móti øllum sólateknum.

Vanliga varð sagt, at tað ikki mátti vera fleiri mans av Sandoy, enn tað eru mastrar á skipi. Men tó at teir vóru heili sjey mans av Sandoy og stýrimaðurin, Sólvit Simonsen eisini var av Sandoy, so fiskaðu teir væl.

Levi er av góðum bergi brotin, sonur Dáva úr Gerðum sum átti og førdi skip og fiskaði væl. Tað sigst um Dáva, at hann hevði drømman. Hetta kom Levi eisini nakað inn á, og at hann einaferð hevði handlað uppá ein dreym – og til bar. Manningin undraðist á undarligu boðini um at siglað á aðra fiskileið, men komu teir til tað niðurstøðu, at Levi hevði droymt, tí teir fingu hópin av fiski.

Levi hugleiddi um fiskarí á Borðoyarvík við smábáti og seinni við Kallanes og Gjógvarenni. Seinni tá ið hann fór við Dragaberg, har beiggi hansara, Jóannes var skipari – eingin koyggja var til Levi, so eitt skotti varð bara smíðað fast í bonkin í lugarinum, og har svav so Levi undir liðini á einum manni – í koyggju, ið at kalla hevði Levi sum eina pisu.

Um tíðina við Skálanes og nógva kalvan teir fingu har. Tað hepna var, at Skálanes var helst tað fyrsta skipað, sum tá hevði fryastarí umborð. Tí bar til at frysta kalvan og sigla niður við honum, og gav hetta rættiliga góðan prís – so hesa tíðina var Levi ovenpå fíggjarliga.

Hann nevndi “Steinur” í Lorvík sum ein skilamann. Steinur var eisini við Ernestine. Steinur hevði einaferð hildið við Levi, at “Tit taka tykkum tíð til alt, men at taka tykkum tíð til at sita undir Guðs orði, tað hava tit ikki tíð til”. So varð skipað fyri møti umborð, sum gjørdist vanligur skikkur.

Eisini var Levi onkuntíð við Solo, sum Jóannes eisini førdi. Síðani var komið inn á Stellurnar, har Levi var skipari á tí fyrstu Stelluni – Stella Maria. Eisini inn á Klett, ið hann misti, sum varð ein smeitur, men Levi menti seg aftur og sigldi m.a. við Porkisnes, hevði Byrgið til hann fór á landi í  1973, var við Krúnborg, Polaris o.ø.

Hetta legði honum leiðina til Hirshals, har teir byrjaðu at halda møtir á Netavirkinum har, men sum vit kenna hevur Levi verið knýttur at samkomuni, Malta í Hirshals í nógv Harrans ár og hevur henda samkoman nú meir enn 30 ár á baki, takkað verði m.a. Levi.

 

Malta hevur ikki bert verið ein samkoma, men ein sendistova, matstova og tilhald hjá føroyingum at koma til við so ymiskum.

 

Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær til Torrakaféina í Betesda í dag, sum eisini bjóðaði uppá frálikan sang, eisini við Vitanum, og so sjálvandi ein ikki minni góðan kaffimunn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Traktorriðil til Havnar at mót…
Ein heimsstjørna til Føroya!
Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár
Gjørdist heimskendur av dómarahending
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…