Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so var tøgn!  

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2019 - 23:59 Mentan Tíðindi

Í Norðlysinum sum kom á gøtuna í gjár er ein grein, sum klaksvíkingurin Birgir Waag Høgnesen, sum í dag byr í Vestmanna hevur greitt úr hondum.  Greinin er um ein bytúr hjá ungdóminum í Klaksvík tann 1. oktober 1976. Niðanfyri fært tú ein brellbita.

Minnismynd frá einari aðrari tíð:


Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so var tøgn!


Leygarkvøldið 1. oktober 1976 var bara sum øll onnur ballingarkvøld, burtursæð frá, at hetta var seinasta kvøldið Atlantis Bio var opið sum dansistað: Ball heima við vinmonnum. So í dans. Og eftir dansin var ball í bili í býnum. Einki óvanligt í tí. Men hetta kvøldið gjørdust tveir bilar vrak í somu hending – uttan at nakar læt lív. Lívlát í ferðsluni var einki óvanligt um hetta mundið.


Ráðið fyri Ferðslutrygd almannakunngjørdi beint eftir nýggjár, at eingin doyði í ferðsluni í 2018. Í 1970-unum og serliga 1980-unum mundi talið á teimum, sum doyðu í ferðsluni, vera beint øðrum megin 10 á hvørjum ári. Óivað eigur ráðið sjálvt ein part av æruni fyri hesi góðu gongd.


Ein onnur orsøk er, at einki minni enn ein kollvelting er farin fram, tá ið tað kemur til drykkjumentan millum ung, ið sum ofast eru tey, ið eru umboðað í dapru ferðsluhagtølunum. Tá ið ein samanber við drykkimentanina hjá dagsins ungdómi, so eri eg vísur í, at tey ikki duga at ímynda sær ta broyting, sum er farin fram bara eftir einum ættarliði. 


Útvega rúsdrekka

Í 1970-unum var kykmyndahøllin Atlantis Bio stóri miðdepilin hjá ungdóminum í Klaksvík. Hvørja viku var altíð onkur filmur, og í hvussu so er annahvørt í vikuskiftið var altíð dansur. Hesi árini var tað púra vanligt, at vinfólk samlaðust heima hjá onkrum, har ballið byrjaði. At útvega sær rúsdrekka, sum ungdómurin kann í dag, tað var óhugsandi. Neyðugt var at bíleggja úr Danmark. 
Tá ein var í gongd at bíleggja (sjálvandi í gjøgnum onkran, sum hevði aldur), so var
líka frægt at bíleggja 12 fløskur av sterkum ella ein platt av øli – so strekti tað longri, og so býtti man kostnaðin sínamillum.

Var man ov seinur á sjóvarfallinum at “bestilla”, sum man segði, so varð farið til onkran børsara at keypa. Fyri at siga tað, sum tað var, so vóru børsarar í stórum tali í Havn, og úrvalið var nógv størri enn í Klaksvík. Hinvegin vóru børsararnir í Klaksvík bíligari, men so mátti man taka til takkar við einum minni úrvali.
Dansistaðið Atlantis stongdi

Hendan greinin er ikki um børsing ella dansistaðið Atlantis, men hetta verður nevnt meira fyri at lýsa karmarnar og mentanina kring tað, sum greinin snýr seg um – nevniliga tann 1. okt. 1976.


Eitt púra vanligt ballingarkvøld í 1970-unum, og alíkavæl ikki púra vanligt.

Hetta var júst kvøldið, sum ungdómurin í Klaksvík skuldi “syrgja”, at dansistaðið Atlantis stongdi – fyri vell. Eitt slag av einum uppreistrarkvøldi, tí hvar skuldi man nú ganga í dans?

Kendi klaksvíkingurin, fyrsti formaðurin í FSF, kommunupolitikarin frá 1981 til 1988 Christian Olsen, sáli, var ógvuliga góður við ungdómin og stuðlaði undir at fáa okkurt til tey. Stutt eftir at Atlantis Bio var stongt eina valgrein um ‚sjónleikar-, bio- og dansiviðurskifti‘ í Klaksvík.

Í greinini, sum stóð í Norðlýsinum 26. november 1976, greinaði Christian støðuna og metti, at umstøðurnar hjá ungdóminum í Klaksvík nú fóru at vera verri enn í 1947, tí tá var biografsýning og dansur fleiri ferðir um vikuna. So hann metti, at standurin var ringur.


Gera klárt at fara í býin

Hetta kvøldið hevði eg bjóðað tveimum vinmonnunum heim til mín. Annar teirra var sonur ein politiskan floksformann og hin var bóndasonur. Teir vóru eitt ár yngri enn eg. Kvøldið gekk við lívligum práti í kamarinum, og nøgdin av alkoholi varð konsumerað nøkunlunda javnt í millum okkum hálvvaksnu í tí sera væl pyntaða kamarinum á Lítlubrekku. 

Vit vóru í kovboyjakka og kovboybuksum. Onkur okkara var í reyðari rullukragatroyggju, og sigarettpakkarnir stungu undan fikkulokinum frammanvert á koyboyjakkanum.

Tónleikurin í kamarinum frá Baccara við ‚Yes Sir, I Can Boogie‘, Smokie við ‚Living Next Door To Alice‘ og Dr. Hook við ‚A Little Bit More‘ gjørdi, at vit høvdu mist tíðarsansin, tí avgjørda ætlanin okkara var, at fara í dans kl. 22.30.


Atlantis Bio here we come! 

Eingin barr var í býnum og tíansheldur inni í dansinum. Beriposarnir, sum vit skuldu hava við í býin við neyðuga løginum til restina av kvøldinum, ja teir skuldu fyllast........restin av tí áhugaverdu greinini kann lesast í Norðlysinum, sum kom á gøtuna í gjár........-- 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5