Steintór Ramussen og sangskrínið
Vøkur er henda verð, tá ið tað snýr seg um sang og tónleik. Meg minnist fleiri bakkadreingir, tá ið vit vóru smádreingir her í bygdini, sum gingu við eini munnharpu í lummanum. Tá ið vit komu saman um kvøldarnar í spæli, varð munnharpan tikin fram og sungið og dansað var í einum fjósi oman fyri húsini hjá Dánjal Jacob á Bakkanum. Tað vóru serliga Petur Oluf Jacobsen, sáli , sonur Silvanus og Edith og Jákup Egholm, skipari, sonur Ferdinand og Linu og býr í Kvívík, sum fingu henda ljóm at rigga úr hesum sjáldsama ljóðføri.
Hølið, sum hesin hugni kom úr var eins og eitt skrín, men tá ið vinurin Steintór Rasmussen tók í klinkuna upp undir jól 2017 og kom á gátt við einum tónleikaljóðskríni, bleiv tónleikaverðin sanniliga vakrari. Steintór er ein knevil, ið kemur úr hesi vøkru verð, Klaksvík, ið hevur fostrað mangt eitt skaldakent listafólk bæði í myndlist og tónlist – ja, Norðoyggjar við sínum gráliga steinsetta paradísi , hevur givið íblástur til mangt og mikið á tí skaldakenda økinum til gleði og gagns fyri land og fólk.
Bókin við sangløgum og skrínið við fløgum
Fekk eina eskju við fløgum og eina bók við sangløgum. Hetta var sanniliga gáva til gagns upp undir jól. Rákið í hesum skríni rørir við hjartað og ger verðina betri , lívgar um hugarenslið og nørir um tey skapandi evnini.
Ja, tað er nógv, ið kann sigast um eitt skrín , sum t. d. goymir at skreyt og skrúðum. Ja onkuntíð hava vit hoyrt um , at tað var lýst í kirkjuni, har t. d. fólk, sum lítla og onga ogn áttu í gomlum døgum, ikki fingu loyvi t. d. at giftast, tí tað var onkur, ið mótmælti... sum, sagt hevur verið, at um onkur hevur nakað lógligt mótmæli ímóti hesi giftu, skal verða sagt frá hjá presti, áðrenn 14 dagar vóru farnir. Hetta var tungt og dapurt, tá ið so var. Hesi vóru ognaðarleys og høvdu lítið og einki í kistubotninum, so hjúnalag, varð teimum ikki játtað. Ein tílík søga kundi føra tað við sær, at brúðgómurin hevði brúðarbúnan (stakkin) hjá sínari kæru, elskaðu liggjandi í síni dragukistu restina av lívinum.
Hesin sangskattur, sum er í bókini og í skríninum, er ein skaldakend gáva. Steintór Rasmussen er eitt skrín, ið ríkar okkara skaldakenda kistil við orðum og løgum og fær manga dragukistu at opna seg til gróðurmiklan, lívsælan, mentanarligan andadrátt.
Nú er væl av einari mentanarligari, listaligari tilgongd í orðum og ljómi komið undan Steintórsa hond í rond og vond. Ja, vakurt er tað. Hann tók læraraprógv á Vordingborg seminarium 1994 og kom til Klaksvíkar aftur og gjørdist lærari á Ziskatrøð 1995 og hevur starvast við henda skúla síðani. Hann hevur yrkt nógvar sangir og skrivað mong góð løg. Hann hevur verið virkin á tónleikaøkinum alt sítt lív t. d. saman við vinmonnum sínum. Í bólkinum Frændum hevur hann givið út LP-pláturnar og fløgurnar - Saman við tær 1984, Frændur 2 1986. 80´ ini 1988, Mítt land 1991 og Svart gull 1997 . Einsamallur hevur hann eisini givið plátur út Millum frændur 1991 og Kærleikans vallaraheim 1998. Hann gjørdist føroyameistari í talvi 1990 og krimisøgur, hevur hann esini greitt úr hondum.
Onkutíð varð sagt, tá ið komið varð á gátt: Eg komi bara at vinda burtur úr kotinum ! Ja, men tá ið Steintór vant burtur úr sínum koti kom eitt skrín undan fylt við løgum, litríkum myndum og yrkingum. Vakrari kann tað ikki verða.
Teir liva, ið lond byggja
Landið og lendið kann vera ymiskt, men tá ið vit taka okkara skaldakenda haka í hendið og fara við honum um hógv og mógv kemur ofta ein annar gróður í lendi, sum nørir um okkara tilvit og tað kensluliga, sum setir síni fótafør í sál og likam. Eisini kunnu vit lyfta og lætta okkara heilafláir og leggja skap – bæði í list og tónleiki inn undir hesar fláir. Hetta ger, t. d. at børnini og skúlin fer at liva á ein heilt øðrvísi hátt í nørandi tilviti.
Steintór hevur í hesum skúlaári verið kring oyggjarnar og sungið við børnunum á skúlunum t. d. í Suðuroy, á Sandi, í Vágunum og nú er hann komin til Streymoynna og Eysturoynna. Hann fer á vitjan í skrivandi stund í Kollafjarðar skúla. Tað er vakurt at fáa ein lærara, sum tekur í klinkubandið og kemur á gátt í einum skúla við einum sangskríni í sinari hond og gevur ljóð – syngur saman við ungum sálum úr hesum gylta sangskríni. Henda vakra t. d. sang - og nótabók er ein gullklumpur. Flestu orðini og løgini eigur Steintór Rasmussen, men løg eiga eisini Ingi Isaksen, Eyðun Nolsøe, Hanus G. Johansen, Niklas Heri Jákupsson , Jegvan Hansen, Kim hansen og Niclas Johannesen.
Tey, sum hava listprýtt bókina nøra um hennara tilvit í í skapum og liti. Tey eru Edward Fuglø saman við Hansinu Egholm og Bárði Mikladal. Hesin vakri útróður hjá Steintóri við hesum snøgga útróðraraskríni livir í alføgrum skapum bæði í myndlist, tónlist og skaldskapi. Havi eitt útróðaraskrín í kjallaranum, sum er yvir 100 ára gamalt. Hvussu ofta er tað ikki farið út í fjørðin, út um Ennið og landoddarnar á æviskeiði sínum og veitt lív til útróðarmannin, um hann so fór við línu ella snørið,so var matartuggan hin sama? Hesir munnbitar, sum vóru í hesum skríni, smakkaðu væl og somuleiðis teir fjølltáttaðu listaligu bitar í skríninum hjá Steintóri, hava góða tøgg. Hetta er hvørki ein skurðsjón ella eitt skurðbland, men lívgevandi máttur til okkara mentanarliga rák.
Eitt sindur um listasøguna
Umleið 1520 meintu fleiri listavinir í teimum ítaliensku býunum, at málningurin hevði rokkið fullkomuleikans tindar. Listamenn sum Michelangelo og Rafael, Tizian og Leonardo høvdu útint alt, sum ættin hevði hugsað og droymt um í farnum døgum. Nú var málið rokkið, og einki bar til longur at føra víðari í tí skapandi megini, men so var ikki. Ein listamaður, ið æt Francesco Mazzola(1503-1540), eisini kallaður fyri Parmigianino var ein listamaður, ið longdi um skapini t. d. málaði hann eina mynd, ið er heimskend - Maria við tí langa hálsinum. Tá ið eg síggi hesa mynd, so má eg brosa. Hon situr við Jesuspápa á knøunum, og sær hann út sum ein gamal drongur. Maria hevur ein sjáldsaman langan háls. Jú tað er ein broyting, sum fer fram og ein annar kendur listamaður, ið er við í hesi gongd er El Creco(grekarin). Hann æt Domenico Theotocopulos(1541? – 1614) og var av Kreta. Hann fór til Toledo í Spania at búgva og flutti seg í sini myndagerð, og kanska var hann ikki so væl sæddur í hesi gongd, men flytingin kom at hava týdning fyri listasøguna. Tað er tað sama, sum hendi fyri 100 árum síðani, tá ið tann modernaða listin sá dagsins ljós. Jú, flytingar hava altíð verið í myndlist, skaldskapi og tónleiki. Freud fór at skriva um tað innara menniskjað, Picasso málaði ein av teimum fyrstu kubisku málningum - Genturnar frá Avignon 1907, Arnold Schønberg (1874 – 1951) kom við 12 tónaskalanum um sama mundið og vitanin um teir minstu partiklarnar í øllum skaparaverkinum kom upp á breddan um somu tíð. Onkur hevur sagt at eftir 1900 kemur tað stóra skriðulopið í vitan og myndlist . Hetta hevur sanniliga gagnað okkara fatan og tí vitborna rensli, at t. d. listin avspeglar okkara samfelag í tónleiki, myndlist og skaldskapi. Tað verður spennandi at síggja og hoyra, hvussu hetta fer at mennast, nú vit eru á veg út í rúmdina.
Endi
Tað hava mong skrín staðið undir bitunum húsanna millum her á landi - friðarlig, still og goymt at mongum lutum, myndum og tí skrivaða orðinum. Nú eru skrínini vorðin annarleiðis, og fer mangt eitt orðið og mong myndin inn undir tað talgilda kervið, sum er eitt øðrvísi skrín.Tilfarið er rúgvumikið – vónandi kemur tað undan, sum hevur týdning fyri tí mentanarliga so flytingarnar nøra um okkara tilvit, tá ið tað snýr seg um ta listaligu gongdina.
Hjartaliga til lukku við hesum ljóðkáta, brosandi skríni, við Listavirðisløn Nólsoyar Páls í fjør og starvslønini í ár. Hetta er sanniliga gáva til gagns.