Lýsing

Kaos í sjúkrahúsverkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2019 - 10:34 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Uppá einans 2 mánaðir hava allir tríggir stjórarnir í føroyska sjúkrahúsverkinum sagt seg úr starvi. Hetta hendir bert eitt ár eftir at sjúkrahúsini eru løgd undir felags leiðslu. Tíðindaskrivið um hetta er fáorðað, og sigur bert at søkt verður eftir nýggjum leiðslutoymi í summar.

Tað kom eitt sindur óvæntað, tá Heri Ellingsgaard segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fyrru helvt av januar. Hann hevur ikki rokkið pensiónsaldur enn, men hevði verið heili 35 ár í starvi, so fólk flest mundu ikki óra ilt longu tá.

Men síðani segði Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, seg eisini úr starvi í februar. Tað dró út við at seta nýggjan stjóra í Klaksvík, og nú byrjaðu fólk at hugsa, at okkurt ófrættakent var í umbúna. Og av tí at tað vóru stjórarnir á útjaðarasjúkrahúsunum báðum, sum høvdu sagt upp, kundi tað bent á, at har var órógv í skipanini, kanska bygnaðarbroytingar, sum serliga gingu út yvir smáu sjúkrahúsini.

Men í dag hevur so triði stjórin, forstjórin Jóanes Erik Køtlum, á Landssjúkrahúsinum eisini sagt seg úr starvi, og tað er per dags dato. Varastjórin er fyribils settur í hansara stað. Tað er tí greitt, at trupulleikin, hvør hann so enn er, er álvarsligur og fevnir um alt tað føroyska sjúkrahúsverkið.

At tveir stjórar, sum hava verið í 30 ár ella meira í starvi, siga seg frá eftir eina bygnaðarbroyting sum ta við felags leiðslu frá 2018, ger tað nærliggjandi at hugsa, at bygnaðarbroytingarnar eru orsøkin. Og at nýggi stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini er farin frá, sigur so mikið sum, at hetta ikki einans er ónøgd við leiklutin hjá smáu sjúkrahúsunum í nýggja bygnaðinum, men ónøgd við nýggja bygnaðin sum heild. 

Óluva Klettskarð og Jákup Mikkelsen hava nú í mars sett fyrispurningar um vantandi stjórasetanina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Líkt er til at trupulleikin er nógv størri, enn tey og nakar annar ímyndaði sær. Tað er nú greitt, at álvarsligir trupulleikar eru í ovastu leiðsluni fyri føroyska sjúkrahúsverkið og í Heilsumálaráðnum, sum almenningurin enn ikki hevur fingið innlit í.

Norðlýsið fylgir málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…