Lýsing
Lýsing
Lýsing
Endamálið má altíð verða leikaramenning | Mynd: Klára Jóhannesen

Øll kunnu spæla á landsliðnum - hygg bara eftir Manchester United!!

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.03.2019 - 22:32 Ítrottur Tíðindi

Tað verður dúgliga kjakast um fótbólt í Klaksvík, nú stórur parturin av leikarahópinum ikki eru uppfostraðir í felagnum, men koma úr útlandinum. Undan vikuskiftinum beit eg merki í eina samrøðu við KÍ venjaran, Mikkjal K. Thomassen, har hann boðar frá at neyðugt er við nógvu útlendskum leikarum “….tí lokalir leikarar í bestu árum eru mest sum ikki til staðar.”
 
 
Var sjálvur nevndarlimur í fótbóltsdeildini hjá KÍ í 1990unum tá felagið gjørdi eina bonusavtalu við leikarahópin í fremstu mannsdeildini. Minnist hvussu táverandi formaður í fótbóltsdeildini, Markus Tummas Jacobsen, var hart ímóti, at menn fingu pening fyri at spæla í blá/hvíta búnanum. Havi síðani fylgt gongdini við áhugað og havi øll árini mælt til størri opinleika í samband við pengafótbóltin. Fyri kortum frætti eg at FSF fer at almennakunngerða lyklatøl úr roknskapinum hjá føroysku feløgunum.
Mín vón er at roknskapirnir verða almannakunngjørdir í fullum líki, men royndirnar siga mær at hetta neyvan verður so.
 
Tað sum fekk meg at tríva í pennin var útsøgnin hjá KÍ formanninum um at málið í ár var FM og pláss í Evropa Cup og útsagnin hjá KÍ venjaranum um at KÍ manglar leikarar í bestu deildini. Orðini vóru søgd í samrøðu við Norðlýsið, sum kom í hvørt hús mikudagin. Hetta er ikki hugsað sum svar til útsagnirnar, men meira sum eitt íkast til orðaskifti.
 
 
Hvat er ein góður fótbóltsleikari?
 
Napoleon keisari, sum varð kendur sum ein fram úr taktikari og leiðari, tá fronsku herðdeildirnar løgdu størsta partin av Evropa undir seg, skal einaferð hava sagt: “Tú fert í bardaga við tí herðmegi sum tú hevur, og ikki við tí tú kundi hugsað tær!”.
 
Tað er eingin uppskrivt ella definatión uppá hvat ein góður fótbóltsleikari er. Tað skiftir alt eftir hvat eygað er ið sær. Eitt lið sum vinnur má væl hava góðar fótbóltsleikarar, men hyggja vit nærri at hesum liðum fáa vit ikki eina eintýðuga forklaring. Tað er tó eyðsýnt at tað eru leikarar, sum hava fingið góð evni í vøggugávu, sum eitt nú evni at handfara ein bólt, kvikleika ella/og trestleika og nakrir skara framúr við góðum taktiskum evnum at hugsa fótbólt. Aðrir hava ein heilt serligan kappingarhug og/ella bardagahug. Eisini eru nakrir sum hava fleiri av nevndu evnum, men tað kemur sera sjálvdan fyri at ein einstakur leikari inniheldur allar omanfyri nevndu eginleikarar. Men sum lið kanst tú hava allar hesar eginleikar innbygdar og tað er júst her leiklutur venjarans hevur stóran týdning.
 
Eg havi ongantíð tikið nakra útbúgving í samband við fótbólt, so eg skal als ikki gera meg til serfrøðing. Men eg havi ávísar royndir sum leikari, nevndarlimur og viðhaldsmaður hjá KÍ og tað er út frá hesum grundarlagi, at mítt ílegg til fótbóltskjakið er skrivað.
 
 
Ikki ókent fyribrygdi at leita uttangarðs
 
Hetta við at toppfeløgini í landinum hava lið har størsti parturin av hópinum eru leikarar, sum eru uppvaksnir uttan fyri bøgarðarnar , er púra vanligt í londunum kring okkum og er heldur ikki nakað nýtt fyribrygdi her heima.
Vit skulu nevnliga heilt aftur til 1991 fyri at finna ein hóp har allir leikararnir hjá Føroyameistarum høvdu sína fótbóltsuppaling innangarðs.
 
Longu í 1998 og 2001 taldu FM hóparnir hjá HB og B36 heili 8 uttangarðsbørn í part sambært Faroe Scoccer.
At pengafótbólturin longu tá var um at koyra stóru fótbóltsfeløgini á heysin, er ein onnur søga sum eg ikki skal gera meira við her..
 
 
Øll kunnu spæla á Landsliðnum
 
Eg havi spælt saman við framúr evnaríkum leikarum og leikarum, og leikarum í bestu deildini, sum vóru tað beint mótsatta. Nakrir av bestu leikarunum, sum felagið hevur havt og sum hava vunnið fleiri meistaraheitið, høvdu sera avmarkaðar bóltførleikar. Men teir høvdu so onnur evnir, sum styrki, skjótleika, frekleika og treystleika, sum gjørdi at liðið ikki kundi verða teir fyriuttan og fingu mestu leiktíðina. Men eitt er sum kann sigast um teir allar: Teir áttu allir eitt ósvikaligt sjálvsálit á egna mátt og megið!
 
Arbeiði við føroyska A-landsliðnum í mannsdeildini varð kollvelt tá Páll Guðlaugsson gjørdist landsliðsvenjari og Føroyar fingu limaskap í altjóða fótbólti. Síðani hava vit havt nøkur sera góð A-landslið, sum føroyingar kunnu verða stoltir av. Men hyggja vit eftir einstøku leikarunum, sum hava spælt flestu dystirnar síggja vit skjótt at myndin er ógvuliga fjølbroytt. Fleiri av hesum hóska kanska ikki heilt til myndina vit hava av monnum sum George Best, Maradona, Ronaldo, Messi o.so.fr….
 
Vit hava ofta lindi til at stara okkum blind í ávísum fótbóltsleikarum, og mangan havi eg upplivað at mist stórar profilar, har venjarar so eftirfylgjandi hava nýtt stóra orku at leita eftir somu typu av leikara fyri at fylla “tómrúmið”. Eitt lið má innrætta seg eftir leikaratilfeinginum - annars ferð tað ongantíð at virka við skilið.
 
Felags eyðkenni fyri teir leikarar sum hava skara framúr er sum omanfyri sagt - sjálvsálit – eitt ósvikaligt álit á egin evnir og megið! Og so skjótt hetta sjálvsálitið varð burtur umbroyttust hesar fótbóltshetjur til miðal- ella undirmiðal fótbóltsleikarar.
 
Venjarin hjá KÍ sigur í samrøðuni við Norðlýsið, at í løtuni eru ov fáir KÍ leikarar sum hava støði til ambitiónirnar hjá leiðsluni í felagnum um at verða í toppinum í fremstu mansdeildini. Tað kann verða ein ávísur sannleiki í hesi útsøgnini, men eg haldi útsøgnin er misvísandi og kanska eisini óheppin. Eisini haldi eg tað var óføroyskt at venjarin viðger ein navngivnan leikara, tí tað byggir ikki upp og sjálvur var eg ikki heilt samdur í tí, sum sagt varð. Kristoffur legði nógv fyri í fjør, men tá hann kom á liðið var formkurvan og sjálvsálitið í Kí hópinum, sum heild niðurgangandi og vit sum høvdu tað fragd at upplivað Kí 2016 mugu bert ásanna at í 2019 toppaði KÍ í Evropa Cup meðan tað sum hendi eftirfylgjandi ikki er líka hugaligt at minnast. Kí megnaði tó eitt evropa cup pláss og tað fegnast vit sjálvandi um.
 
Sjálvur havi eg alt ov lítið innlit at gera mina egnu meting um styrkina av dagsins leikaratilfeingi í KÍ. MEN vit hava nú einaferð okkara egna tilfeingið, sum hevur allan sín lærdóm frá felagum og tey eiga ikki góðtaka eina slíka útmelding. Tí hon kann gera óbótaligan skaða fyri sjálvsaliti hjá tí ættarliði av kí leikarum sum er klárt at taka við.
 
Tá ið Kí toppaði í 2016 - og var nógv tað besta liðið í Føroyum - var tað ein góð blanding av lokalum og fremmandum spælarum. Tá vóru eisini fleiri útlendingar og tað vísti seg at rigga væl.
 
Nú er enn einaferð fokus á KÍ og hví vit her í norðoyggjum eru so frekir at fara uttangarðs eftir leikarum og samstundis eftirlýsur venjarin at heimligir leikarar brádliga eru vornir ein mangulvøra í KÍ.
 
Eg havi stóra virðing fyri Mikkjal K. Thomassen, og eg havi stóra virðing fyri at hann hevur sýnt leiðaraevni at ganga egnar leiðir og fara út eftir óvanliga nógvum fremmandum leikarum, tá hann metir tað verða neyðugt. KÍ venjarin veit fullvæl at hetta er ikki ein populer avgerð í fótbóltsveruni kring vøllin í Djúpumýru. Tað sum óivað eisini telur við í hesi avgerð er at felagið hevur ambitiónir í Evropa Cup, har KÍ annars hevur verið fráverandi í mong ár. Ein long heimlig fótbóltskapping + evropa cup, krevur ein stóran og breiðan hóp.
 
Men ambitiónirnar í ár hjá venjara og leiðslu KÍ´s leggur eyka trýst á felagið sum framhaldandi er ein frítíðarfelagskapur og tí verður tað sera umráðandi at útlendska tilfeingið, sum er komið til felagið verður brúkt til at menna og styrkja okkara egna tilfeingið og ikki kemur at virka sum forðan fyri uppvaksandi KÍ leikaran.
 
Eg fegnist eisini um nýggja unga KÍ leikarin, sum slapp at royna seg fyri fyrstuferð á besta liðnum sunnudagin, og tíðarskeiðið Mikkjal hevur verði í Kí hevur hann víst evni at seta leikara við og víst ungum óroyndum leikarum álit.
 
At góðir leikarar koma til KÍ hevur stóran týdning fyri menningarstøði hjá okkara egnu leikarunum, tí tað skapar eina innanhýsis kapping, sum er neyðug skal hópurin halda støði og gerast betur yvir eitt longri tíðarskeið. Hugsið ikki at vit hava fingið ein verri Meinhard Joesen í KÍ málinum, síðan venjarin fekk Kristian Joensen til Klaksvíkar.
Einki annað felag eigur tveir so góðar málverjar sum KÍ í løtuni og Meinhard tykist at toppa í løtuni og átti eftir míni meting at verða tikin við í A-landsliðshópin. At ein fótbóltsleikari verður vrakaður á landsliðnum tí hann er ov gamal hoyrir ongastaðni heima. Tað er einans í yrkisfótbólti at leikarar verða vrakaðir tí teir gerast ov gamlir og tá eru tað reint fíggjarlig atlit ið tá verða tikin, tí peningaliga er umráðandi at selja leikarar meðan mest fæst fyri teir. Ein kendur enskur venjari segði eina ferð at orsøkin til at felagið var væl fyri fíggjarliga var tí at hann hevði sum prinsip at selja leikarar so skjótt teir vóru farnir um 28 ára aldur. Á føroyska landsliðnum eiga sjálvandi einans fótbóltslig atlit at verða tikin og um Meinhard er góður nokk eigur hann sjálvandi at verða við.
 
 
Tað ber til – sjálvt hjá Manchester United :) 
 
Mikukvøldið í seinastu viku sóu vit hvussu Manchester United, púra óvanta vann 3-1 á PSG á útivølli í París. Hetta hóast franska stórfelagið stýrdi dystinum við umleið 80% av spælinum. Tað eru annars bert fáar vikur síðan at tað gekk á skriðuni hjá enska stórfelagnum, men eftir at felagið skifti venjara, er liðið hamskift. Somu leikarar sum fjeparafjøldin hjá United ikki orkaði at hyggja eftir fyri stuttari tíð síðan verður nú hálovað um alla klótina. Tí er so sera týdningarmikið at arbeitt verður alla tíðina við leikaramenningini, so ymisku leikarakreftirnar verða rætt brúktar, styrkja sjálvsáliti hvør hjá øðrum og sjálvi upplivað at gerast betri sum fótbóltsleikara og sum lið.
Nýggja KÍ liðið stóð seg væl móti føroyameistarunum úr HB sunnudagin er mær fortalt, og vónandi ber tað boð um at vit eru á røttu kósini. Harafturat hevur Klaksvíkar Kommuna sett sær fyri at endurnýggja Djúpumýru so tað sær gott út hjá KÍ.
 
Avbjóðingin hevur ongantíð verið størri enn júst nú, tí peningurin, sum fleimir inn í føroyskan fótbólt úr útlandinum og frá vinnulívinum, ger at KÍ sum felag hevur ikki einkarrætt uppá egið tilfeingið, men í stóran mun er í kappbjóðing - eisini um bláhvítu leikararnar.
 
Mítt ynski er at økta kappingin um plássini á fremsta liðnum hjá KÍ fer at menna okkara egna tilfeingið til at gerast betri fótbóltsleikarar og skal tað eydnast er neyðugt at lokalsamfelagið enn einaferð – og sum vit altíð hava gjørt - bakkar upp, nú flaggskip okkara hevur lagt frá landið.
 
Nú er ov seint til at ivast ella leingjast heim - tí nú skal tað bera!
 
Um tað “brestur” skal tað í øllum føri ikki kunnað sigast um okkum, at okkara stuðul vantaði tá á stóð!
 

Koyr á KÍ
 

Vh
 
John William Joensen
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini