Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frírokk við Marius Ziska

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2019 - 13:14 Mentan Tíðindaskriv

Sum nakað nýtt fer SMS at hava konsertir fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða, konsertirnar kallast Frírokk.

Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða verður gjørligt at hoyra livandi tónleik á Torginum í SMS. Tað vera ymisk nøvn, sum fara at framføra góðan, livandi tónleik hvørja ferð, og eru konsertirnar ókeypis.

Fyrsta Frírokk konsertin, verður tó fríggjadagin 15. mars kl.17.30, og tað er Marius Ziska, sum skjýtur Frírokk í gongd. Marius Ziska fer á pall saman við Allan Tausen og Magnus Johannesen, og teir fara at framføra løg, sum tey flestu kenna, so sum Nærveran, Silvurlín, Going home osfr.

FMA var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og vann Marius Ziska FMA-virðislønina fyri bestu útgávuna 2018. Tað var fyri útgávuna Portur. Tað er sostatt gjørligt at hoyra bestu tónarnar frá 2018 á Torginum í SMS fríggjadagin 15. mars kl.17.30.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð