Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað undraði at Turið Arge, aðalstjóri var í sjónvarpsstovuni hóskvøldi og svaraði uppá mongu atfinningarnar. | Mynd: kvf.fo

Sirið og Turið skilja ikki heilsuverkið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2019 - 08:11 Leiðarin Politikkur

Heilsumálaráðið skilir ikki heilsuverkið, tí tey í Heilsumálaráðnum og tey í heilsuverkinum tosa hvør sítt mál. Onnur kann niðurstøðan ikki vera, nú tað heglar við atfinningum um samskiftistrupulleikar og óvirðiligt samskifti millum aðalráðið og sjúkrahúsverkið.

Fráfarni sjúkrahússtjórin sigur tey í Heilsumálaráðnum tosa við seg sum ein smádrong. Men í Heilsumálaráðnum siga tey, at útsøgnin kom púra óvart á, tí tey fataðu tað øðrvísi. Landsstýriskvinnan segði ikki “tað er so ymiskt, sum vit uppliva tingini”, men enntá at hon hevði upplivað tað sum “bæði gott og gevandi”. Soleiðis hava heilsuverkið og aðalráðið fullkomiliga ymiskar uppfatanir av sama samskifti.

Hyggja vit at førleikunum í Heilsumálaráðnum, so er tað kanska ikki so løgið. Har eru búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, og so er kanska onkur samfelagsfrøðingur. Hesi eru sjálvsagt fakfólk á sínum øki, men tey eru ikki fakfólk innan læknavísindi ella røkt. Har eru tey at meta sum leikfólk og eiga tí at lurta eftir serfrøðini á økjunum.

Jens Andreasen, lækni, hevur funnist hvassliga at Heilsumálaráðnum fyri fyrst at hava ignorerað ein fyrispurning frá Novo Nordisk, og fyri síðani, tá rykkjari kom um svar, bara av handahógvi at svara umsóknini noktandi. Hetta elvdi til fyrispurningar á Løgtingi, og tað endaði við, at Heilsumálaráðið mátti út at viðurkenna, at tey høvdu gjørt arbeiðið ov illa.

Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, fanst somuleiðis hvassliga at Heilsumálaráðnum fyri tað sama sum fráfarni stjórin, nevniliga tvørrandi samskifti. Hann róði óbeinleiðis fram undir, at hetta var ein av orsøkunum til, at stjórarnir á Landssjúkrahúsinum vórðu útskiftir so ofta.

Heri Ellingsgaard og Ronnie Midjord, báðir væl dámdir og drúgvir stjórar á smáu sjúkrahúsunum, søgdu seg eisini úr starvi innanfyri vikur av hvørjum øðrum. Teir hava ikki verið úti og boðað frá vánaligum samskifti enn, men hugsast kann, at teir hava somu fatan av samskiftinum sum forstjórin og stjórin á landssjúkrahúsinum, ið jú er tann, sum skal úttala seg alment vegna leiðsluna.

Høvuðssamstarvsnevndin fyri Sjúkrahúsverk Føroya er úti við yvirlýsing og stuðlar fult og heilt Jóannes Erik Køtlum, fyrrverandi stjóra, tá hann sigur at vánaligt samskifti er orsøkin til uppsøgnina. HSN mælir staðiliga landsstýriskvinnuni við at seta seg í samband við fyrrverandi stjóran, áðrenn tað er ov seint.

300 sjúkrarøktarfrøðingar høvdu aðalfund um vikuskiftið og samtyktu at átala hugburðin og atburðin hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini, við øðrum orðum hjá Sirið Stenberg og Turið Arge. Sjúkrarøktarfrøðingarnir vísa á, fyri Heilsumálaráðið er tað at halda játtanina eitt endamál í sær sjálvum, meðan endamálið fyri sjúkrahúsverkið er at hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Í hesum sæst aftur tað sama, at Heilsumálaráðið og heilsuverkið tosar hvør sítt mál.

At andstøðan átalar hetta, er sjálvandi ikki óvæntað, men um vikuskiftið hava eisini bæði ein samgongupolitikari og ein fyrrverandi politikari fyri ein samgonguflokk vend Sirið Stenberg bakið. Rigmor Dam mælir til at fáa stjóran settan aftur, og Tórbjørn Jacobsen mælir á Facebook til at geva antin Turið Arge, aðalstjóra, ella Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sekkin.

Sostatt tykjast Sirið Stenberg og Turið Arge at standa púra einsamallar. Hóast tær sjálvar helst uppfata tað øðrvísi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!