Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus spyr um yvirtøkur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 19:04 Politikkur Tíðindaskriv

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mars at seta Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um yvirtøkur

 

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1.    Hvør er orsøkin, at fleiri yvirtøkur verða framdar, sum ikki standa í samgonguskjalinum?

 

2.    Hvussu nógv økist raksturin av føroyska samfelagnum árliga, hvørt ár - orsaka hesar yvirtøkur?

 

3.    Hvussu verður hesin økti rakstur fíggjaður, og hvussu kemur hetta at ávirka raksturin av føroyska samfelagnum framyvir?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at í samgonguskjalinum fyri hetta valskeiðið, verður greitt frá yvirtøkum av trimum málsøkjum.

 

Samgongan hevur nú fráboðað, at umframt yvirtøkurnar, sum standa í samgonguskjalinum, so verða fýra málsøki afturat yvirtikin í hesum valskeiðinum.

 

Hesi  fýra málsøkini eru:

·         Kort- og landmátingarmyndugleikin

·         Landslæknaembætið

·         Sjóuppmerking og vitaverk

·         Sjórættur

 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at politikkur er raðfestingar.

 

Vit hoyra javnan um vantandi játtan á fíggjarlógini til grundleggjandi vælferðartænastur, sum t.d. á heilsu- og almannaøkinum.

 

Tá uppskot verða løgd fram á ting, tá verður sum oftast spurt, hvussu tey verða fíggjað.

 

Tí er tað áhugavert at frætta, hvussu nógv raksturin økist av hesum yvirtøkum, og ikki minst, hvussu hann verður fíggjaður, og hvussu hetta kemur at ávirka raksturin av føroyska samfelagnum framyvir.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald