Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyar raktu botnin á Malta

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.03.2019 - 09:19 Ítrottur Tíðindi

Kreppa á A-landsliðnum eftir eitt tað vánaligasta úrslitið í søguni hjá A-landsliðnum.

Føroyar taptu 2-1 á Malta í gjárkvøldið. Hetta er fyrsti sigurin hjá Malta í undankapping í seks ár og fyrstu ferð at Føroyar tapa móti Malta í undankapping. So tølini tala greitt. Talan var um eitt vánaligt føroyskt avrik størsta partin av tíðini. Fyrsta tíman bleiv nærum eingin málmøguleiki skaptur, og tí var tað í tráð við leikgongdina, at Malta var á odda. Føroyar fingu møguleikan at koma inn aftur í dystin, tá brotsspark var gjørt av Malta, sum samstundis fekk ein leikara útvístan. Men heldur ikki tað hjálpti. Brotssparkið bleiv misnýtt og ístaðin økti Malta. Síðsta hálva tíman bleiv føroyska avrikið frægari og onkrir málmøguleikar komu, men málið kom ikki fyrr enn í síðstu sekundunum. Tí kom ongantíð spenningur í dystin síðstu løtuna. Hetta var ikki dagurin hjá føroyingum, har vit eisini skulu hava í huga, at størsta stjørnan á liðnum, Jóan Símun Edmundsson, undir upphitingini bleiv skaddur og tí ikki fekk spælt.

 


Ónøgdir føroyingar

Eftir dystin hevur nógvur kritikkur verið móti føroyska landsliðnum, bæði í fjølmiðlum og í sosialu miðlunum. M.a. er ein spurnarkanning á føroyskum fótbóltskjaki á facebook, har spurt verður um avrikið skal fáa avleiðingar fyri venjaratoymið, og har er er ein greiður meiriluti sum svarar, at venjararnir eiga at fara frá í stundini. Undir Lars Olsen hevur føroyska landsliðið verið í kreppu fyrr árini 2012 og 2013, men tá reisti liðið seg og árini 2014-2016 blivu nøkur av teimum bestu í føroyskari landsliðssøgu. Nú verður so spurningurin, um venjarin megnar at venda hesi kreppuni eisini. Botnurin bleiv í øllum førum náddur á Malta. Hinvegin eru 8 av komandi 9 uppgávunum av tí slagnum, har Føroyar á pappírinum ongan møguleika eiga at hava, so á tann hátt kann liðið bara yvirraska. Týskvøldið spæla Føroyar í Rumenia.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð