Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kristin Michelsen møguliga sambandsmaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2019 - 15:38 Politikkur Tíðindi

Tíðindini eru enn ikki váttað, men Norðlýsið skilir, at Kristin Michelsen av Tvøroyri er á veg upp í Sambandsflokkin. Áður hevur hann umboðað Javnaðarflokkin á tingi, eins og hann hevur stillað upp uttanflokka og fyri egnan lista, Kommunulistan, til býráðsval.

Tað er ikki longur óvanligt, at valevni skifta millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Eru hesi tíðindini røtt, ger Kristin Michelsen Gerhardi Lognberg fylgju, ið var fyri somu lagnu og varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, fyri síðani at stilla upp fyri Sambandsflokkin valið eftir. Øvutan veg er Heðin Mortensen farin, sum fekk í boði at fara sjálvur ella verða koyrdur úr Sambandsflokkinum, fyri næstan sama dag at gerast javnaðarmaður.

Kristin Michelsen hevur verið ein veruligur atkvøðuslúkur fyri Javnaðarflokkin. Í 2012 fekk hann 239 av teimum 575 atkvøðunum hjá flokkinum til kommunuvalið. Tá Kristin ikki slapp at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í 2016, misti Javnaðarflokkurin 23,2% av atkvøðunum. Hann gekk 133 atkvøður aftur í mun til valið áðrenn.

Til løgtingsvalið í 2015 fekk Sambandsflokkurin hinvegin einans 111 atkvøður á Tvøroyri, so við at fáa ein atkvøðuslúk sum Kristin á listan, kann Sambandsflokkurin styrkja seg í norðaru helvt í Suðuroy. Flokkurin hevur í dag onki umboð úr Suðuroynni.

Tá formaðurin í Fíggjarnevndini skuldi veljast, peikaði Kristin Michelsen eisini saman við øðrum á formann Sambandsfloksins, Bárð Nielsen, sum formann, hóast tey flestu væntaðu, at hann fór at peika á seg sjálvan.

Meir verður at frætta frá uppstillingarfundunum, ið eru í næstum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni