Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Langomman valdi flokkin

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  01.04.2019 - 21:56 Lesarabrøv Politikkur

Í ár vera tvey val, fólkatingsval og løgtingsval

Mong velja tann flokk, sum langabbi og langomma valdu. Siðurin at velja flokkin, er gingin í arv ættarlið eftir ættarlið og tann sið vilja vit halda fast við.. Og hóast vit ikki hava so nógv skil fyri politikki, og hvat høgra/vinstar fullveldi ella ríkisfelagsskapur er fyri nakað, so halda vit fast við flokkin

Í londum har fólkaræðið var ókent, er skiljandi at fólk ikki duga at hugsa øðrvísi enn at velja tað, sum er galdandi. Men í demokratiskum londum broytast tíðir og umstøður, og tí átti vit kanska, at veri hugsað inn í okkara tíð og ikki, hvat passaði til tíðina, tá ið langabbi og langomma fóru á val. Onkur hevur sagt, at fleiri av yngra ættarliðnum vita ikki so mikið sum, hvørja stevnuskrá flokkurin hevur, sum tey atkvøða fyri.

Fara vit kanska eini áttati árum aftur í tíðina, hildu fleiri pensiónistar, at Petur Mohr Dam í Javnaðarflokkinum, hann var annars avhildin maður, serliga av pensionistum, sendi teimum pensjónina av Tvøroyri, og kom pensiónin tveir dagar ov seint, skyldaðist hetta helst, at maðurin mundi vera burturstaddur ella liggja við krími, og tí ikki hevði verið á posthúsinum við pengunum. Í dag hoyra vit pensiónistafeløg siga seg vera ónøgdin við flokkin, hjá sama manni.

Fólkaflokkurin var mettur sum ein bóndaflokkur, sum var til bara av landkrabbum, flokkurin var sum høna í brimi, tók onkur tók. Í dag hoyra vit fleiri siga, at hesin flokkur er tann stóri fiskimannaflokkurin.

Tjóðveldisflokkurin (nú Tjóðveldi), sum var mikli sjómannaflokkurin, sigst ikki vera umboðaður av nøkrum sjómanni ella fiskimann longur, vilja menn vera við. men fyri tað mesta av nøkrum akademikarum, nøkrum konum í Havn.

Sambandsflokkurin, sum var svartur og forstokkaður danskur burturav, við málgagninum Dimma, sum fyri tað mesta skrivaði greinar á donskum, eitt nú ”Fra fjern og nær”, og sum lýsti við: Gudstjenester: Hellerne, kl 12, Glibre kl 11. Thorsvig 12, sigst nú, enntá av teimum mest sjálvstýrissinnaðu, at vera teir, sum duga best at skriva og tosa føroyskt.

Jú, tíðir broytast. Umráðandi er tí, at eg og tú hugsa og spyrja: Eru umstøður og viðurskifti ikki heilt øðrvísi nú, enn tá ið langomma mín fór á val?

 



 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð