Lýsing
Lýsing
Lýsing

AVDÚKING: Tað gongur á skriðuni at fáa menningarkvoturnar til høldar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.04.2019 - 13:45 Politikkur Tíðindi

Í notati frá leiðsluni í Fiskimálaráðnum so seint sum 8. mars í ár, staðfestir ovasta leiðslan í fiskimálaráðnum eftir at hava tosað við stjóran á Vestmanna Fiskavirkið, sum fekk næstan HÁLVT HUNDRAÐ TÚSUND tonsa av svartkjafti í menningarkvotu, at virkið einans verður ført fyri at virka lítlan part av tillutaða svartkjaftinum (menningarkvotan) innanfyri ætlaðu verkætlanina.

Vestmanna Fiskavirkið fekk tillutað 12.500 tons av menningarkvotuni í 2018 og 10.400 tons í 2019, 2020 og 2021 av svartkjafti, sum sambært tilsøgnini um menningarkvotu skuldi   gagnýtast innanfyri upprunaligu verkætlanina.
 
Í innlitið sum norðlýsið hevur fingið í notat, sum er dagfest 8. mars 2019 og bóka sum innanhýsis skjal (207 dagar eftir at menningarkvotan var útskrivað), stendur at lesa at Vestmanna Fiskavirki “byrjar nú at gagnnýta svartkjaftin innan menningarkvotuna”.
 
Sambært notatinum væntar virkisleiðslan ikki at teir kunnu framleiða meira enn 10% av svartkjaftakvotuni til mætna, sum virkinum annars fekk tilluta. Tó verður vóna at framleiðslan fer at økjast.
 
 
….Partarnir hava samband hvør við annan og fylgja gongdini….. 
 
 
…. Stjórin á Vestmanna Fiskavirki (og onnur vinnulívsfólk við honum) hava víst á, at svartkjaftur ber síni eyðkenni við atliti at gagnnýtslu til matna og smærri framleiðslur, samanborið við onnur fiskasløg. Í sambandi við nevndu framleiðslur ber svartkjaftur millum annað hesi eyðkenni: 


1. Svartkjafturin má vera sera feskur og kann bert vera hægst 1 døgn gamal ella bert nakrar tímar gamal.

2. Av nevndu grundum (1) kann svartkjaftur bert nýtast seinasta dag á einum túri ella bert úr seinasta hálinum.

3. Veiðan skal helst fara fram á einum øki, ið liggur tætt at Føroyum. 

4. Svartkjafturin skal helst vera lutfalsliga stórur. 

5. Og samanumtikið kann bert ein lítil prosentpartur av samlaðari veiðu brúkast til matframleiðslu ella smærri nisjuframleiðslur, í øllum førum í byrjanini av einum royndar- og menningarskeiði.

Við grundarlagi í hesum viðurskiftum er bert møguligt hjá Vestmanna Fiskavirki at gagnnýta ein avmarkaðan lut av svartkjaftakvotuni við byrjan av menningarætlanini í 2019. Felagið hevur skrivað út 2.000 tons av kvotuni til eitt reiðarí, og miðað verður eftir at leggja 10% (200 tons) av hesi nøgd beinleiðis í framleiðsluna á virkinum í byrjanini. …….
 


Í tilsøgnini sum var útskrivað Vestmanna Fiskavirkið tann 13. august 2018 stendur soleiðis:
 
….. Avgerðin er grundað á, at metingarnevndin metir, at verkætlanin er væl lýst og grundað og uppfyllir bæði virkis- og økisrættaðu treytirnar sera greitt. Mett verður, at verkætlanin kann gjøgnumførast við tí tillutan metingarnevndin hevur skotið upp….

SÍ NOTAT HER (PDF)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jupiter komin á Klaksvík
U21 hetjurnar hugtóku á Skúlatrøð
Heimsins størsti fóðurflaki á Funnings…
Team Klaksvík bjóðar til U21 hálvfinalu…
Sølutorg í Leirvík sunnudagin
Undirtøkan fyri Reyðakrossbúð­ina er sera…
Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara
Systrar­nar á Lakjuni sameinast á Summarf…
Ósemja um eina semju
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju