Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frálík konsert við Karlakóri Hreppamanna og 17 Sangarum

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  13.04.2019 - 23:00 Mentan Tíðindi

Í dag kl. 15 var ein frálík konsert í miðhølini á Skúlatrøð við íslendska Karlakóri Hreppamanna, ið hevði konsert saman við 17 Sangarum.

Teir sungu einamest fosturlandssangir, har onkrir av sangunum vóru arrangeraðir serliga í samband við Føroyaferðina.

Kórleiðari var Guðmundur Óli Gunnarsson, ið m.a. eisini hevur stjórnað Norðuríslandska symfoniorkestrinum, hevur verið musikkleiðari í íslendsku opraini og eisini stjórnað symfoniorkestri Íslands. Hann er útbúgvin í Utrecht  í Hálandi og í Helsinki.

Við sær hevði kórið pianistin, Einar Bjartur Egilsson.

17 Sangarar luttóku eisini m.a. við eini sirpu av løgum eftir kenda íslendska tónaskaldinum, Sigfus Halldórssyni, sum Jógvan við eldu kendi væl. Eisini tey “Tú gakk tær fram við ánni”, við orðum eftir Christian Matras og lagi eftir Jógvan við Keldu.

Ein frálík konsert, har bæði kórini vístu sínar dygdir, og høvdu tey virðing fyri hvørjum øðrum.

Í morgin hevur Karlakór Hreppamanna hava konsert í Vesturkirkjuni kl. 16, saman við Tórshavnar Manskóri, sum Bjarni Restorff stjórnar.

Tað eru nógv sambond knýtt millum Føroya og Ísland umvegis kórsangin. Eisini serliga eftir at Karlakórið Fóstbræður var her í Klaksík og Tórshavn í 2003, tá ið Nordvesten var í Klaksvík og Fuglafirði. Síðani tá hava fleiri íslends kór vitjað henda vegin og føroysk til Íslands.

Tá ið íslendingarnir síðani er komnir higar, spyrja teir altíð eftir Tórshavnar Manskóri og 17 Sangarum, sum teir vilja hava sín leiklut saman við.

Tað eru so ómetaliga nógv góð sambond knýtt millum londini vegna kórsangin, og vóru fleiri dømi um hatta sama í dag – Ein hevði rikið seyð saman við einum bónda í Íslandi, ið nú var við í Klaksvík í kórhøpi. Ein annar var við, sum ein føroyðingur hevði búð hjá á eini kórferð í Ísland fyri mongum árum síðan. Fleiri slíkar søgur kundu verðið tikið til.

Eftir konsertina sang Karlakór Hreppamanna á Amfie-økinum frammanfyri Biskupsstøðgarðin tveir mergaðar sangir. Hetta var fyrsta almenna haldið á hesum stað, nevndi Archibald Black og takkaði fyri vitjanin.

Eisini hann hevur nógvan kennskap til Ísland vegna kórsang – og sjálvandi er tað kent, at langabbi hansara, Jákup bóndi búið mong ár í Íslandi, har hann smíðaði hópin av bátum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð