Lýsing
Lýsing
Lýsing
Irdi Jacobsen fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2015 í Hvannasunds kommunu - 67 persónligar atkvøður av teimum tilsamans 269 | Mynd: Oliver Joensen

Irdi stillar upp fyri Miðflokkin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2019 - 16:27 Politikkur Tíðindi

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu heldur, at tað mangla sterkar røddir úr útjaðarinum í Føroyum, sum tora at verja borg. Hon vil at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív skulu hava tryggar karmar og hon heldur at løgtinginum tørvar politikarar, ið vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki loyva í okkara landi.

Irdi Jacobsen býr í Norðdepli har hon eisini er fødd og uppvaksin. Irdi er 41 ár og starvast til dagligt sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini hava vit serliga hoyrt hana verða aktiva í málinum um Tunlar Norður um Fjall.

- Grundin til at eg stilli upp er, at sæð í ljósinum av hesum farnu valskeiðunum, so mugu vit bara staðfesta at økið eystanfyri múla, norðoyggjar og útjaðarin í føroyum sum heild, mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg. Sum ikki smæðast við at gera vart við, at vit eisini eru ein partur av føroyska samfelagnum. Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar til íløgur, sum eru dotnar úr landskassanum og niður í okkara kommunu kunnu teljast á einari hond, staðfestur Irdi.

Tá vit spyrja hana hví hon stillar upp fyri miðflokkin er hon ivaleys.

- Eg havi í nógv ár eftirhondini verið miðflokkaveljari og tí liggur tað nátúrligt fyri meg at bjóða meg fram á miðflokkalistanum. Eg haldi at vit í Føroyum hava brúk fyri politikkarum úr øllum flokkum, sum vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki vilja loyva í okkara landi. Rákið seinastu árini vísir greitt at tørvur er á fólki sum ikki letur seg reka higar og hagar av rákinum bæði uttanífrá og innanífrá. Eg eri samd við miðflokkinum um, at familjan er kjarnan í samfelagnum, sigur Irdi Jacobsen.

Eitt sterkt vinnulív hevur stóran týdning fyri borgarstjóran.

- Eg fari at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív tað verið seg bæði fiskivinna, alivinna og aðrar vinnur, skulu hava tryggar karmar. At vinnan samstundis sum vit seta krøv til burðardygd, eisini geva henni møguleikar til effektivisering, nýhugsan og endurnýggjan. Eitt sterkt vinnulív fer at bera Føroyar inn í framtíðina. Eg ynski at vit loysa frá Danmark, men tað skal gerast við einum sjálvberandi búskapi og sterkum burðardyggum vinnulívi, sigur Irdi Jacobsen at enda við Norðlýsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christian í Grótinum landa størstu silda…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Her kann Gais-KÍ stroymast
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…
Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG
Mjølnir - Ternan í kvøld
Muslimskur depil og útlendinga­lógin