Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elduvík er ein av mongu bygdunum í Runavíkar kommunu. Framsýningar, framløgur og tónleikaupplivingar verða í Elduvík í mentanarvikuni | Mynd: Petur Martin Solmunde

Runavík, tú Føroyalands miðstøða gerst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2019 - 13:15 Leiðarin Mentan Vinna

Runavíkar kommuna skipar fyri mentanarviku frá mánadegnum 22. apríl til sunnudagin 28. apríl. Norðlýsið kvitterar og kemur út í hvønn postkassa í Norðoyggjum og Eysturoynni mikudagin 17 apríl. Í blaðnum er millum annað heilsan frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu og skráin fyri mentanarvikuna.

Summarmáli er júst farin afturum og tá er summarið byrjað. Vit kenna tó enn kuldan í veðrinum og hetta sæst helst best aftur við leikvøllirnar har áskoðararnir í Betri deildini eru væl innballaðir í draktum, handskum og húgvum. Okkara veðurmaður Hanus Kjølbro skrivar í blaðnum í dag, at hitastigini so smátt kvinka í ein norðan. Tjóðarfuglurin er langtsíðani komin, tær ljósu næturnar eru byrjaðar og tey fyrstu smálombini munnu fara at koma undan heilt skjót. Ein sera hugalig tíð har vit leita út, at savnast um okkara mentan.

Runavíkar kommuna skipar fyri mentanarviku frá mánadegnum 22. apríl til sunnudagin 28. apríl. Norðlýsið kvitterar og kemur út í hvønn postkassa í Norðoyggjum og Eysturoynni mikudagin 17 apríl. Í blaðnum er millum annað heilsan frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu og skráin fyri mentanarvikuna.

Vit frætta frá fyrireikarunum, at tey eru sera spent og gleða seg til eina góða og innihaldsríka Mentanarviku har søga og samtíð, tónleikur og list, og kjak og upplivingar av alskyns slag renna saman við Flaggdagshaldi og tilboðum frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum.
 
Runavíkarøkið er í teirru unikku støðu, at liggja millum størsta og næststørsta økið í Føroyum. Nú koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020, fer Runavík um skamma stund, at liggja mitt í millum. Tað er longu farið at merkjast, bæði í kommununi og ikki minst í grannakommununum, at hugurin at búseta seg við Skálafjørðin er í stórari øking. Og góða samljóðið millum Tórshavnar- og Runavíkar kommunur sæst flaggdagin, tá Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu heldur flaggdagsrøðuna í Skótahúsinum við Løkin.

Eysturoyggin og Norðoyggjar útgera tilsamans Landnyrðingsføroyar, og tað er onki at taka seg aftur í, at tað fyrst og fremst er vinnulívið, sum eyðkennir tað økið. Her er tað vinnan, sum er lokomotivið, men skilvísi, at vit liva ikki at breyði eina, at fólkið hevur brúk fyri fríløtuøkjum til endurbygging av heilsu og sál, er ikki gloymt. Løkshøll er lokali mentanarstovnurin, ið fólkið kemur saman um til felags menning og upplivingar. Á mentanarvikuni verður Løkshøll á tremur við áhugaverdum tiltøkum. Í Klaksvík bíða vit í spenningi eftir okkara egna mentanarhúsi.

Klaksvíkingar vita alt um, hvat tað merkir at vera lokalur, men runavíkingar munnu ikki standa langt aftanfyri. Tað at vera góður við sítt lokaløki sæst væl aftur í vinnulívinum, men eisini í ítróttinum, átrúnaðinum og felagslívinum annars. Her eru fleiri ítróttarfeløg við Skálafjørðin, hvørt við sínum serstaka lokala felagsanda. Tann sokallaði lítlibeiggin Skála liggur í løtuni á odda í Betri deildini, eitt framúr avrik – klaksvíkingarnir innan og uttan strikurnar hjálpa helst væl til hesum viðvíkjandi 

Økið við Skálafjørðin er kanska tað økið í Føroyum, har menningin gongur við mest rívandi ferð. Runavík er longu eitt vinnuligt og fíggjarligt kraftsentur í Føroyum, og stendur til at gerast miðdepil í Norðurføroyum. Løgmaður segði í Ólavsøkurøðuni, at fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyartunlinum skuldi flytast til Runavíkar á nýggjárinum. Enn er tó onki hent, men nú borgarstjórin er úti í miðlunum og sóknast eftir flytibilunum, man ikki long tíð ganga til hetta er komið í rættlag, serliga nú løgtingsvalið nærkast.
 
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur harumframt bjóða landinum ókeypis matrikul við framúr parkeringsmøguleikum til nýggja mentanarstovnin Tjóðleikhúsið. Samgongan sigur, at nýggir stovnar skulu leggjast úti kring landið, serliga nú vegasambandið er so væl útbygt við enntá tveimum koyribreytum – eina høgrumegin og eina vinstrumegin.
 
Góða mentanarviku!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl