Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dansistevna í Skálanum fyri børn og ung sum dansa føroyskan dans

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.04.2019 - 18:37 Lesarabrøv Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Í morgin, leygardagin,  seta børn og ung úr øllum landinum sum dansa føroyskan hvørjum øðrum stevnu í Skálanum. Tað er Klaksvíkar Dansifelag sum saman  við landsfelagnum Slái Ring sum skipar fyri.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, og undirtøkan hevur undanfarin ár verið góð, og tað onki undantak hesuferð. Tað verða uml. 200 børn og ung umframt uml. 150 vaksin sum luttaka. Skráin er tann, at stevnan verður sett í Skálanum kl. 10.00, síðani koma tey ymisku dansifeløgini at skipa eina ella tvær vísur part. Gjøgnum dagin koma luttakararnir í bólkum at vitja Nólsoyar Pállsgarð, har Archibald Black tekur ímóti og greiður frá, og okkurt stutt kvæði verður tikið. Mat fáa luttakarnir serveraðan í Tekniska Skúla.

Hetta er eitt tiltak, har tey ungu koma saman og hugna sær og knýta vinarbond. Skráin endar kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð