Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vakurt smálamb | Mynd: Absalon Hansen

Telefonsamrøða bjargaði samgonguni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2019 - 07:41 Leiðarin

Á facebook hava vit sæð folk leggja myndir út av teimum fyrstu smálombunum í ár. Lembingartíðin er altíð hugalig og eisini sera spennandi, serliga hjá teimum seyðaáhugaðu.

Í farnu viku vóru útlendskir gestir í Føroyum og hjálptu til við at geva okkara ferðamálum ábøtur. Eisini í Klaksvík vitjaðu fólk, har arbeiði við at gera eina gøtu niðan á Klakk varð byrjað.

Nes kommuna skipar fyri Várdøgum og Bátafestivalur verður á Toftum í vikuskiftinum. Norðlýsið kvitterar við at eisini koma út í Nes kommunu. Vit hava eina samrøðu við Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu og spyrja hann um standin, nú Eysturoyartunnilin nærkast í hvørjum. Til ber at síggja skránna fyri Várdagarnar í blaðnum og eisini á heimasíðu okkara.

Í politikkinum sóðu vit enn einaferð Aksel Johannesen, løgmann klára seg ímillum brot og vandasker mánadagin, tá uppskotið hjá Miðflokkinum um at játta 200 mió. krónur komandi 10 árini fall í tinginum. Nógv høvdu væntað at samgongan kom í minniluta, men so gjørdist ikki, tí Kári P. Højgaard ikki var í tingsalinum, tá atkvøðast skuldi. Við Kringvarpið segði Kári P. Højgaard, at telefonin ringdi og tískil mátti hann úr salinum - soleiðis bjargaði ein telefonsamrøða samgonguni, ein margháttlig støða!

Allar broytingarnar og tillagingarnar til lógina um Sjófeingi, sum fiskimálaráðharrin hevur lagt fyri tingið, blivu koyrdar aftur í nevnd. Framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi tók hetta stigið, tí annars hevði málið verið felt - eitt mál hjá partamanninum og formanninum í Tjóðveldi. Hetta hóast ein annar tjóðveldismaður, sjálvur løgtingsformaðurin ávaraði um at fór málið í nevnd, ja so kom tað neyvan fyri aftur hetta valskeiði, tí løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at tingið fer í summarferiu nú fríggjadagin - hann hevur fyrr víst, at hann sendir tingið til hús, tá hann finnur tað fyri gott.

Ægir eigur bæði besta kvinnuliga og mannliga svimjararan í Føroyum í ár. Signhild Joensen er 3. árið á rað kosin ársins svimjari hjá kvinnum og fekk hægsta stigatal á FM, og Rókur Trygvason varð kosin ársins svimjari hjá monnum. Stórt til lukku herfrá.

Tað gongur eftir ánni hjá KÍ í hesum døgum. Teir liggjá á odda í landskappingini og eru víðari til hálvfinaluna í steypakappingini har mótstøðuliðið er arvafíggindin HB. Práta verður nógv í egningarskúrunum á stongunum, í kaffistovunum kring buktina og á Kósini um, at KÍ er farið at leika betur fótbólt í mun til undanfarin ár. Vit hava biðið ein fyrrverandi KÍ og Víkinga leikara greina góðu byrjanina.

Norðlýsið er í øllum postkassum í Norðoyggjum í dag, umframt hjá borgarum í Nes kommunu. 


Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vón…
Vit eru so nær okkara ríkidømi – kom í g…
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00